Kommunur í eini broytingartíð
kr. 348,00
- Lýsing
Lýsing
Stór krøv verða sett kommununum, hvussu tær verða skipaðar, og hvussu fólkaræðið trívist í hesum eindum.
Bókin viðger samfelagsbroytingar, samanleggingar, býarskipanir og valskipanir.
Samferðslubroytingarnar hava sjóðað meginpartin av føroyska samfelagnum saman í eina eind, soleiðis at kommunumørk eru vorðin avmarkandi, heldur enn hóskandi karmur um eindirnar. Tí hava samanleggingar og samstørv verið á dagsskrá seinastu mongu árini. Um somu leið verða alsamt fleiri uppgávur lagdar út til kommunurnar at umsita. Men tær er ógviliga ymiskar í stødd og hava ógviliga ymiskar fíggjarligar, fyrisitingarligar og fólkaræðisligar fortreytir.
Tað ger, at kommunurnar nú eru vorðnar ein tann fremsta keldan til órættvísi og ójavna í føroyska samfelagnum.
Henda bók tekur allar hesar viðkomandi tættir upp.