Havnar Handverkarafelag 70 ár – seinna bind 1980 til 2020
kr. 328,00
- Lýsing
Lýsing
Hetta seinna bindið fevnir um árini 1980 til 2020. Tað fyrra, sum fevndi um árini frá stovnan og til 1979, kom í 2019.
Í hesum seinna bindinum verður greitt frá virkseminum hjá felagnum, sum legði stóran dent á at fáa allar handverkarar í Havn skrásettar sum limir og eisini teir í almennum størvum og útlendingar, sum starvaðust sum handverkarar í Føroyum. Bókin viðger eitt nú eitt stríðsmál í seinnu helvt av 1990’unum við meistarafeløgini um stýring og leiðslu á Tekniska Skúla í Havn.
Havnar Handverkarafelag 2021, 495 síður.