Frí

kr. 299,00

Um frælsi, sjálvbjargni og skapandi lív

Blásius og Sirius fara á eina ævintýrkenda ferð, har teir uppliva tað einfalda lívið á Kønuborg.

Í útikøkinum skapar Blásius eina forvitnisliga kókibók úr rávørum á garðinum við innblástri úr heiminum. Sirius stórtrívist millum hønurnar, garðin og útilívið. Les postkort hansara til skúlan – full av lívi og upplivingum.

Á Kønuborg býr handaligi Kønus, sum er og ger, júst sum hann vil. Fá íblástur frá gerandislívi og ferðum hansara uttan fyri klettarnar.

Uppliv bygdarlívið á Mønini og møt teimum, sum ikki lata seg ávirka, men halda fast í tí siðbundna.

Og kom við til Tuskuvíkar og møt onkrum av teimum, sum eru sín egin.

Ein skemilig bók til ung sum eldri við íblástri til matgerð, lívsstíl og gleðina at vera á ferð.

Buy now Sí meira