Eg komi skjótt!
kr. 250,00
HUGLEIÐINGAR UM OPINBERING JÓHANNESAR
Í meira enn hálva øld kunngjørdi evangelisturin, rithøvundurin, blaðmaðurin og bíbliuútleggjarin, Arno C. Gaebelein, eldhugaður profetisku sannleikarnar í Bíbliuni og livdi dagliga í teirri vón, at teir fóru at ganga út. Tænasta Gaebeleins fór tvørtur um aldamótið – 19. og 20. øld – og fevndi um tveir veraldarbardagar, og hann ivaðist ongantíð um týdningin av at granska profetorð til tess at vaksa andaliga og at skilja sínámillum ávirkanina av mentanarligum ruðuleika. Mitt í dynjandi toruveðrinum í fyrra heimsbardaga eggjaði hann trúgvandi til ikki at fella í fátt, tí royndirnar í hesum heimi fóru ein dag at lúta fyri sigri Kristusar.
Leirkerið 2023, 248 síður.