E11IVU nr. 4 føroyskt fótbóltsmagasin
kr. 119,00
- Lýsing
Lýsing
Ellivu er eitt føroyskt fótbóltsmagasin við tíðindum og frásagnum um føroyskan fótbólt í altjóða sniði. Talan er um eitt samfelagsrelevant fótbóltsmagasin, sum brýtur frá vanliga ítróttarjournalistikkinum. Eitt fótbóltsmagasin, sum er til alla familjuna.
Við nøkrum av bestu skrivarunum í Føroyum verður føroyskur fótbóltur lýstur á ein nýggjan og øðrvísi hátt við einum nýggjum palli, har dygdin á snið, myndir og greinar er í hásæti. Millum skrivararnar eru Suni Merkistein, Maria Z. Nesá, Emil L. Jacobsen, Magni Mohr, Uni Leitisstein Hansen, Áki Leitisstein Hansen, Jákup Ósá og Tróndur Arge.
Við Ellivu fært tú vit eitt magasin í lekkrum sniði og printi. Fótbóltsmagasinið kemur út fýra ferðir um árið. Í mars, mai, august og novembur.