Dødevaskeren
kr. 186,00
- Lýsing
Lýsing
Dødevaskeren er fyrra bókin um Frmesk og lív og lagnu hennara. Bókin sendi skjálvtar ikki bert ígjøgnum danska samfelagið, men ígjøgnum alt Evropa.
Nýfødda gentan Fmesk er óynskt av pápanum, tí hon er genta. Eisini hevur hon ein kritahvítan lokk á skalluta høvdinum. Er hetta eitt tekin frá Allah? Er hon signað ella bannsett?
Omma Frmesk vil hava hana umskorna beinanvegin, men mamman heldur, at hon er ov lítil og veik at yvirliva skurðin. Hon ræðist eisini mann sín og hóttanina um, at hann fer at sleppa sær av við ta lítlu. Tá ið hansara harðliga atferð versnar, er hennara einasta loysn at lata egnu foreldur síni hava barnið í pleyu.
Omma Frmesk er dødevasker. Hon tekur sær av teimum konunum, sum ongin annar vil begrava – kvinnur dripnar í vanvirðing og skomm. Abbi Frmesk er pensjóneraður oberstur, og í mun til konu sína, lesur hann ikki bert í Koranini, men eigur eitt fjølbroytt bókasavn. Tað er eitt kerligt heim, sum tó bert eina tíð megnar at verja Frmesk ímóti kropsligari og sálarligari ágangi, sum nærkast frá øllum síðum í einum Kurdistan, sum er merkt av kríggi, fólkadrápi og hatri.
Bøkurnar hjá Sara Omar eru týddar til fleiri mál, og sjálv má hon liva við politiverju orsakað av bókum hennara.
Les eisini Skyggedanseren, sum er seinna bókin í røðini.
Politikens Forlag 2019, 336 síður.
Heft.