Rannvá
Rannvá
kr. 198,00
kr. 198,00
- Description
Description
Dagmar Joensen-Næs (1895-1983) var fødd í Miðvági. Hon giftist í 1922 við Martin Joensen-Næs úr Skúvoy. Tey bæði búðu í Skúvoy í seks ár og fluttu síðani til Miðvágs, har Martin var fyrstilærari í mong ár.
Dagmar Joensen-Næs er fyrsta kvinna í Føroyum, ið hevur skrivað og givið út skaldsøgu.
Hon skrivaði skaldsøguna Rannvá í 40unum. Í 1969 las Kristina Øster søguna upp í Útvarpi Føroya, og í 1971 varð skaldsøgan givin út í bók.
Skaldsøgan byggir á eina frásøgn um eina bóndadóttur í Skúvoy, ið varð noydd at búseta seg í óbygdum. Í Fagradali í Skúvoy síggjast enn leivdir frá eini búseting, ið ber navnið Rannvátoft.
Umframt skaldsøguna Rannvá hevur Dagmar Joensen-Næs givið út stuttsøgusavnið Tá minnini tala. Tað kom út í 1980.
Egið forlag, upprunaligt prent í 1971, endurprent í 2008
Kápumynd: Óli Petersen