Frá Kuwait til Kyiv

Frá Kuwait til Kyiv

kr. 380,00

In stock

kr. 380,00

Tá kalda kríggið endaði í 1991, væntaðu summir serfrøðingar, at ein ljósari framtíð við altjóða friði, semjum og útbreiðslu av demokratiskum stýrisskipanum til heimsins lond stóð fyri framman. Tað skuldi skjótt vísa seg, at hendan jaliga metingin var heilt skeiv.
Og í 2022 vaknaði heimurin endaliga til ein heilt annan altjóða veruleika, har heimsskipanin frá seinna heimskríggi varð hótt. Russiska innrásin í Ukraina 24. februar 2022 tveitti fyri fyrstu ferð síðani heimskríggið Evropa út í eitt stórkríggj, sum í vavi og ágangi kundi samanberast við tann nasistiska ágangin undir seinna heimskríggi.
Summi tykjast halda, at tað er hernaðarligi ágangurin úr Kreml síðani kalda kríggið, sum er høvuðsgrundin til hesa gongdina, meðan onnur tykjast halda, at tað er víðkanin av NATO eystureftir síðani 1991, sum er høvuðsgrundin til hesa stórpolitisku støðuna.
Í nýggju bók síni greinar og lýsir Hans Andrias Sølvará stórpolitisku gongdina í eysturevropa síðan 1991, og spurt verður, hvussu hetta kundi henda, og hvørjar avleiðingar hetta kann fara at fáa stórpolitiskt.

Fróðskapur SP/F, 2024

Availability: In stock SKU: 9789997255204 Categories: , , Author: