Føroysk klæðir
kr. 549,00
“Føroysk klæðir – ríki og livandi siðarvurin” er ein serstøk myndaborin bók, ið á sínum 288 síðum bæði er forvitnislig í innihaldi og útsjónd – men sum eisini er so vøkur, at hon í sjálvum sær er ein prýðislutur í innrættingini.
Hugskotið til bókina birtist í vár, tá redaktiónin á Kvinnu og myndamaðurin, Tróndur Dalsgarð, arbeiddu við myndatøku av føroyskum klæðum til SummarKvinnu. Úrslitið var so mikið gevandi og forvitnisligt, at vit valdu at víðka tað og arbeiða við eini enn størri útgávu, sum veruliga fekk lýst tað fjølbroytni, vit finna í føroysku klæðunum.
Føroysku klæðini eru livandi. Tað síggja vit greitt í eygleiðingini og tíðarandanum, men í bókini hava vit eisini eitt spennandi og sigandi søguligt afturlit og søguligar myndir, sum eisini staðfesta, at tað hava hesi klæðini, sum vit øll elska, altíð verið.
Myndir: Tróndur Dalsgarð
Kvinna 2023, 280 síður.