Føroysk bindingarmynstur
kr. 275,00
- Description
Description
Fyri umleið 70 árum síðani hittust í Havn M.A. Jacobsen bókavørður og Jógvan Joensen bóndi á Skæling. Teir komu at práta um ymiskt gamalt, sum var um at misfarast, eitt nú bindingarmynstrini. Burtur úr hesum spanst, at Jógvan bóndi skuldi royna at samla gomul mynstur í Norðstreymoy til forngripagoymsluna. Tað lukkaðist honum at finna 30 mynstur, meginpartin í Kvívíkar sókn. Tey nógvu mynstrini vóru frá Rakul Egholm í Leynum, sum eisini bant honum tey í eina langa ermu, hvíta við korkalittum mynstrum.