Ástarsøga við líknilsum
Ástarsøga við líknilsum
kr. 198,00
kr. 198,00
- Description
Description
Per Olov Enquist vaks upp í Västerbotten, langt inni í endaleysum skógi, í lítlari bygd saman við mammu síni, sum tíðliga sat einkja. Mamman, sum var lærari, var ógvuliga gudrøkin og virkin í samkomuni Evangeliska fosterlandsstiftelsen. Enquist fer aftur til hesar røturnar, barndómin, uppvøksturin í strongum átrúnaði, og hvussu alt hetta hevur ávirkað hansara lív. Gula samkomuhúsið stendur har enn. Sálmabøkurnar og Jesus-myndirnar á bróstunum. Í lítlu bygdin Sjön.
Í bókini eru níggju líknilsi. Mátturin í bíbilsku myndburðunum, sum hava verið prentaðir inn í dreingin. Líknilsini, sum eru tann einasti syndafríi skaldskapurin, viðgera hvør sítt evni í høvundsins lívi. Her eru eisini brot úr lívi hansara, sum hann lovaði ongantíð fóru at vera søgd. M.a. søgan um ta fimmtiára gomlu konuna, sum ein heitan junidag í 1949 tøldi hann og fekk hann – sum tá var 15 ára gamal – at nøkta seg kynsliga á einum køksgólvi – einum kvistfríum furugólvi. Lýst eymliga og fær hann at koma til niðurstøðuna: Hetta er tann sanna kraftin, tað sanna lívið, sum lítla samfelagið við trúnni hevur lagt í spennitroyggju.