Svenning av Lofti

Útgávur:


..//images/placeholder.png


..//images/placeholder.png


..//images/placeholder.png


Úr Rithøvundabókini
Steingrímur Jónas Weihe
föddur 3. august 1931 á Skála. Foreldur: Margretha Högnesen í Sjóartúni á Skála og Sörin Hendrik Theodur Weihe á Bakka, Ytraskála. Giftur Áslu Arge, Tórshavn, dóttir Fridu og Bernhard. Börn: Tórálvur, Birita, Armgarð.
Gekk í barnaskúla á Skála 2 dagar um vikuna, seinni 2. hvönn dag, í 7 ár. Eftir tað arbeiðsmaður í 3 ár. Síðan 2 - ára preliminerskeið og 2 - ára studentsskeið á VBV úti á Skansavegi. Roynt sjólívið. Vaðbein og sildagörn. Og ymiskt fyrifallanda arbeiði. Í Danmark m.a. í Fríhavnini, hentað jarðber á Sælandi, pakkað rossatöð, boðdrongur og sjúkraröktari og ikki at gloyma arbeiðið í Civilforsvaret, har hövuðsuppgávan var at seta smáar stiftir í eitt ovurstórt kort av Keypmannahavn. Hvör stift var ein bumba. Talið av stiftum svaraði til túsundatalið av bumbum, sum vórðu tveittar yvir Hamburg í seinna heimsbardaga (svaraði til 1 Hiroshima - bumbu). Men av tí at stiftirnar kundu flytast á kortinum, tá ið eingin sá, og av tí at föroyingar vóru so avbera góðir við kongshjúnini, so fall eingin bumba á Amalienborg.
Lisið til lækna í Keypmannahavn og arbeitt sum lækni í Danmark og Föroyum og eitt ár í Svöríki.
Serlækni í almennum medisini. Kommunulækni í Norðoya læknadömi síðan 1967 og skúlalækni.
Tikið lut í felagsarbeiði, t.d. nevndarlimur í Mentunargrunni Studentafelagsins í Keypmannahavn. Ráðsformaður í MFS. Fakfelagsarbeiði í Læknafelag Föroya. Kommunulæknafelags - formaður í 4 ár.
Útnevndur riddari av St. Kilda í 1966.
Lagt til rættis og savnað vísu - og sangbókina Flekku í 1967.
Týddar bökur:
Tummas og fílurin eftir H. G. Wells og T. Egner 1968. Barnabók. Mamma hvussu eftir S. Hegeler 1971. Barnabók. Petur og Marianna eftir S. Hegler 1971. Barnabók. Fuglur Blái eftir Annu Jürgen 1991. Barna - og ungdómsbók.
Týðingar eftir William Heinesen og Knut Hamsun prentaðar í tíðarritum.

55300Tilskrift: Garðavegi 38, 700 Klaksvík. Tlf..