Sonja Schneider

Føðingardagur: 21-09-1957
Adressa: Í Murrusteinum,Kaldbak
Telefon: 319812
Útbúgving: Lrari

Útgávur:


..//images/placeholder.png


Úr Rithøvundabókini
Mina Reinert
Eg eri fødd í Sørvági 30. september 1946. Tók nýmálsligt studentsprógv í Hoydølum í 1966. Tók prógv sum korrespondentur í enskum og týskum 1967 og starvaðist sum korrespondentur hjá ymsum virkjum í Danmark, eitt nú Fængselsdirektoratet, Philips og Dumex. Las franskt við Københavns universitet 1972/75. Giftist og fekk ein son við donskum manni, sum doyði eftir nøkrum árum.

Komin aftur til Føroya í 1976, fór eg í starv á Frímerkjadeild Postverks Føroya, har eg var til 1987. Síðan havi eg útbúgvið meg til og starvast sum lærari í enskum og informatiónsviðgerð á Føroya Handilsskúla. Umframt lærarastarvið fáist eg eisini við lestrarvegleiðing á handilsskúlanum. Giftist og fekk ein son afturat við Svenning Reinert í Norðradali.

Hugurin hevur altíð staðið til at skriva, og nakað er komið út, hóast einki enn í bók. Fyrsta leikritaverk var ein útvarpsleikur, Mjørki, sum fekk 2. virðisløn í eini leikritakapping 1986. Seinni eru ljóðmyndin So sum vit eisini fyrigeva, útvarpsleikirnir Yasmeena og Men tað hendi í teimum døgum, umframt stuttsøguna Útlagin send í útvarpinum. Stuttsøgurnar Saltbússan, Skuggin og Ketogan, og yrkingin Kavaflykran, hava staðið í Følv og Birting, meðan stuttsøgan Speglini og yrkingarnar orðið og Til gleðina hava staðið í Brá.

Eftir áheitan frá Havnar Sjónleikarfelag varð leikurin Stjørnubarnið skrivaður í 1987 og framførdur í Sjónleikarhúsinum 1989 og í Finnlandi sama ár. Seinni varð ævintýrleikurin Ozon skrivaður og framførdur av ungfólki úr Sundalagnum í Eydnuni á Oyrarbakka, í Noregi og í Norðurlandahúsinum á ólavsøku 1995.

Tilskrift: úti á Fløtum, 178 Norðradali. Tlf. 315451