Pauli Nielsen

Føðingardagur: 13-03-1943
Adressa: Frælsið 26,Tórshavn
Telefon: 313506 far.225328
Útbúgving: Cand.ped.

Útgávur:




..//images/placeholder.png


..//images/placeholder.png


..//images/placeholder.png


..//images/placeholder.png


..//images/placeholder.png


..//images/placeholder.png


..//images/placeholder.png


..//images/placeholder.png


..//images/placeholder.png


..//images/placeholder.png


..//images/placeholder.png




..//images/placeholder.png


Úr Rithøvundabókini
Dánial Pauli Nielsen
Eri føddur í Sandavági 13. mars 1943, elstur av fýra børnum hjá Marionnu, f. Poulsen úr Nesinum í Kvívíkar sókn og Vilhelm Nielsen úr Sandavági. Tey hava rikið handil og skinnvirkið Vilma. Í nøkur ár hevur pápi sitið á tingi fyri fólkaflokkin.

Abbi, Dánial Petur, vanliga nevndur Skómakarin, og omma, Anna Sofía, í faðirætt, vóru bæði úr Sandavági, hon úr Bartalsstovu og hann úr húsunum Norðan fyri Garð. Tey høvdu telefonina, postin og skósmiðju við handli, sum seldi skógvar og stivlar um alt landið. Abbi var tiltikin útróðrarmaður og grammur grindaformaður. Hann var, eins og seinni pápi, deknur í Sandavágs kirkju og undangongumaður tá ið innara missiónin festi røtur í bygdini. Væl av jørð var eisini í húsinum, tvær kýr og arbeiðskona. Omma í móðurætt, Súsanna, var ættað av Fjørðinum í Vestmanna og abbi, Sofus, bóndasonur við Svartá í Saksun. Tey settu seg niður í Nesinum yvir av Vestmanna og livdu av tí, sum havið, læntir teigar til elpavelting, pjøkni og fyrifallandi arbeiði góvu. Torvið varð skorið uppi á Brúnni, umleið tíma gongd beint í bróstið ovarliga í Kvívíkshaganum.

Eg vaks upp í Sandavági, gekk í barnaskúla og arbeiddi í fiski, sum flestøll í bygdini tá á døgum. Pápi hevði bát, og ofta slapp eg við at dyrgja, seta kalvalínu, í grind, at seta og taka upp gørn og at skjóta lomviga. Trettan ára gamal fór eg til Vestmannar at ganga í skúla. Har tók eg preliminerprógv í 1959. Eg fekk læraraprógv á Føroya Læraraskúla í 1966 og cand. ped. prógv í uppalingarfrøði á Danmarks Lærerhøjskole í Keypmannahavn í 1975. Harumframt útbúgving sum skúlabókavørður og ársnám í føroyskum á Fróðskaparsetrinum. Av forvitni havi er ferðast rættiliga víða, og eitt sindur havi eg verið til skips. Eg var vikarur við skúlarnar í Bø og Gásadali frá november 1959 til januar 1962. Havi verið lærari í Tórshavnar Kommunuskúla, á Venjingarskúlanum, Læraraskúlanum, Støðisútbúgvingini, Fróðskaparsetrinum og Sjúkrasystraskúla Føroya. Síðan 1988 havi eg verið rektari á Føroya Læraraskúla.

Í læraraskúlatíðini var eg blaðstjóri á blaði læraranæminga, Snarljós, frá 1968 til 1972 blaðstjóri á Glugganum, og frá 1976 til 1988 medblaðstjóri á Skúlablaðnum. Í hesum tíðarritinum er rættiliga fitt av fakligum greinum, viðmerkingum og umsetingum bæði í bundnum og óbundnum máli. Bóklingurin Skúlin í eini broytingartíð, 1984, er serblað av Skúlablaðnum. Annars havi eg mest fingist við týðingar av barnabókmentum. Hetta er komið út í bók: Jan Loof: Abbi er sjórænari og Blóðreyða súreplið 1974. Ole Lund Kirkegaard: Gummi Tarzan 1982, Hodja úr Pjotr 1984 og Albert 1985. Níggju hefti av røðini um Rasmus Tøpp. James Thurber: Seinasta blóman 1982. Eg eri farin undir at týða tey 52 heftini í Carl Barks savninum um Dunnald Dunnu. Fyrstu 5 heftini eru komin. Umsetingin Steinoyðan eftir Kjeld Koplev er lisin upp í Útvarpi Føroya og handrit um føroyska skúlasøgu í 7 fyrilestrum. Greitt til prentingar: Skole på Færøerne i 1000 år eftir Ludvig Petersen, 1994, og Kreativitet, etisk fordring og kvalitet i det pædagogiske arbejde, frá læraraútbúgvingarráðsstevnu í Havn í mai 1995.

Fekk barnabókaheiðursløn Tórshavnar Býráðs 1987. Børnini eru 6 í tali: Vilhjálmur, Elsa, Marianna, Ólavur, Tjóðhild og Bergtóra. Kona mín er Hildur Patursson.

Tilskrift: Frælsið 26, 100 Tórshavn. Tlf. 313506