Hanus Andreassen

Útgávur:


..//images/placeholder.png


..//images/placeholder.png




..//images/placeholder.png


..//images/placeholder.png


..//images/placeholder.png


Úr Rithøvundabókini
Hanus Andreassen

Føddur 25. juni 1942 í Saltangará. Foreldur: Petur Andreassen, lærari, av Velbastað, og Elisabeth Andreassen (fyrr Kamban), lærarinda, úr Havn. Uppvaksin í Skúgvi. Flutti til Havnar í 1956. Studentsprógv 1960. Arbeiddi í nøkur ár sum læraravikarur og arbeiðsmaður. Var á skúla í Bournemouth (Eurocentre) 1964 - 65. Las 1966 - 68 enskt og týskt við Keypmannahavnar lærda háskúla. Gavst við lesnaðinum, tá ið ungdómsuppreisturin tók seg upp. Blaðstjóri á Fjølni 1967 - 69. Seinni við til at geva Oyggjaskeggja út. Prógv sum sjúkrahjálpari 1975. Hevur síðan 1978 búð í Havn. Giftist 1980 við cand. mag. Kirsten Brix. Tveir synir: Janus, føddur 1979, og Atli, føddur 1984. Hevur seinastu tíggju árini virkað sum rithøvundur burturav.

Bókmentir: Drekin og aðrar søgur, 1969, týðingar úr enskum og amerikonskum. Kaleidoskop, 1974, týðingar eftir Ray Bradbury. Dreymur um eitt undarligt land, 1979, týðingar eftir Graham Greene. Kveikt og kannað, 1979, antologi við yrkingum, greinum, týðingum o. ø. eftir Rikard Long. Dóttir av Proteus, 1980, stuttsøgur. Við tendraðum lyktum, 1982, stuttsøgur. Med Edgar Allan Poe i Solhavn, 1984, søgusavn á donskum (týðari Ebba Hentze). Tíðartinnur, 1985, savn av greinum, ummælum og sangum. Den andra vägen, søgusavn á svenskum (týðari Sonja Carlberg). Hotel Heyst, 1986, stuttsøgur. Othello, 1989, týðing eftir Shakespeare. Kanska um hundrað ár, sjónvarpssending í 4 pørtum um J. H. O. Djurhuus, send januar - februar 1989. Tey deyðu, 1991, týðing eftir James Joyce. Hjalmar Söderberg, 1994. J.H.O.Djurhuus - ein bókmentalig ævisøga I (1881 - 1904), 1994.

Hanus var við til at stovna forlagið Orð og Løg og hevur eitt skifti verið í blaðstjórnini á BRÁ. Formaður í Rithøvundafelag Føroya 1992 - 1994.
Tilskrift: Fjalsgøtu 22, 100 Tórshavn. Tlf. 315265