Jógvan Arge

Føðingardagur: 17-6-1947
Adressa: Tjarnardeild 12, 100 Tórshavn, Føroyar
Telefon: 315547
Útbúgving: Journalist

Útgávur:


..//images/placeholder.png






..//images/placeholder.png


..//images/placeholder.png


..//images/placeholder.png


..//images/placeholder.png


..//images/placeholder.png


..//images/placeholder.png


..//images/placeholder.png


..//images/placeholder.png


..//images/placeholder.png


..//images/placeholder.png


Úr Rithøvundabókini
Føddur 17.06.1947 í Tórshavn, sonur Niels Juel Arge, útvarpsstjóra, Tórshavn (1920 - 1995) og Petru, f. Gregersen, ættað úr Syðrugøtu (1922). Giftur 17/10 - 1965 við Maritu Súsannu f. Niclasen, Nesi, Hvalba, f. 1947. Foreldur: J. Oluf Niclasen, Hvalba (1924 - 82) og Jensina, f. Thomsen, Nesi, Hvalba (1924). Børn: Niels Juel Jógvanson f. 23/2 - 1966, Uni Jógvanson f. 20/1 - 1971 og Jóhanna f. 27/2 - 1972.

Nýmálsligur studentur úr Hoydølum 1966. Útbúgvin journalistur á Ritzaus Bureau, Keypmannahavn, og Danmarks Journalisthøjskole, Århus, 1967 - 1970. Programmedarbeiðari í Útvarpi Føroya 1970. Leiðari fyri tíðindadeildini 1979 - 1989. Programleiðari 1989 - .

Formaður Ítróttasambands Føroya 1978 - 80. Næstformaður 1977 - 78.

Í blaðstjórnini Alt um ítrótt 1964, redigeraði Myndablaðið Eygað 1972 - 1976, Ítróttatíðindi 1977, Tiljan 1978 og Rúnarkelvið 1980.

Bøkur: 16 tættir 1980; Bankabókin, Sjóvinnubankin 50 ár (saman við Niels Juel Arge) 1983; Gott, skjótt og bíligt, P/F Leif Mohr 50 ár, 1985; Tórshavnar Skipasmiðja 50 ár, 1986; Frá snørisfiski til alilaks, Føroya Fiskasøla 1948 - 1988, 1988; Semjur og stríð, Føroya Arbeiðsgevarafelag 50 ár, 1993; Havnarmenn í Gundadali, Havnar Bóltfelag 1904 - 1954, 1994; Neyðugt er at sigla, Føroya Skipara & Navigatørfelag 100 ár, 1995.

Greitt til prentingar eftir Niels Juel Arge: Argjamenn, 1978; Rockall, 1982; Tórshavnar Sløkkilið 50 ár, 1983 og Fólk í Havn 1988.

Í ritstjórnini: Drekin, Havnar Róðrarfelag 50 ár 1982; Stríðsárini 1940 - 45, 1985 - 1990, Teir sigldu úti 1991 - 1995.

Skrivað ljóðmyndir, gjørt siðsøguligar sendingar og samrøður. Týtt m.a. hesar útvarpsleikir:

1979: Albert eftir Henryk Barijewski; Kagarin ,Ein hestur og tvær geitir eftir R. K. Naryan; Hin blái gimsteinurin eftir Arthur Conan Doyle; Almenni ákærin eftir Georgi Djagarov, Svíkjarin eftir Terje Stigen; Uppgerðin eftir Ulf Oldberg, Átta svørð á kross, eftir Donald Stuart og Bilsølumaðurin eftir Gunnar Steiner.
1980: Bula Matari - tá Stanley doyði, Avhoyringarnar í Havanna eftir Hans Magnus Enzensberger (3 partar); Loyniligu tænasturnar eftir Arild Feldborg (9 partar); Morðið í Hvítu húsunum, eftir Jules Feiffer; Hin deyði og heimspekingurin, eftir Hans Magnus Enzensberger.
1981: Loyndir fíggindar, eftir Lawrence Mayer; Gleðilig jól, eftir Harald Müller; Stálgrøvin, eftir Gay Carr; Brúðgóm til Marcelu, eftir Ivan Klimna; Hin ómissiligi, eftir Victor Rozov.
1982: Jólakeyp eftir Arthus Schnitzler; Afturkoman úr paradísi, Várið 1968 eftir Mats Öden; Eitt páskamál, eftir David Lytton.
1983: Morð í Stórtinginum, eftir Andreas Norland (4 partar); Hin fremmandi, eftir Mikhail Romane; Heimaráðini hjá Livu, eftir Jytte Borgbjerg; Dómur Katarinu Keplers, eftir Torgny Lindgren.
1984: Andlitsleysi drápsmaðurin, eftir Stein Riverton (4 partar); Við ella uttan cyankalium, eftir Edith Ranum; Grammofonrøddin, eftir John Dickson Carr.
1985: Gongur aftur í Belfast, eftir John P. Rooney, Støkt lívsgleði og Tilboðið hesa vikuna, eftir Peter Gibb; Smákegl, eftir Onnu Wahlgreen, Óttist ikki, eftir Raymond Biggs; Adrian, eftir Wolfgang Schiffer.
1986: Millum kríggj, eftir Ole Bauer.
1987: Hann vildi ikki hava blómur.
1988: Arvalutir valdast, eftir Arne Törquist; Á egnum beinum, eftir Odd Selmer (4 partar).
1989: Friðarins ríki, eftir Tsung Fu - hsien; Afturljóð úr gomlum gravum, eftir Edith Ranum (5 partar).
1990: Kvinnan á vatninum, eftir Raymond Chandler; Summarfuglurin, eftir Andrés Indriðason; Ein samrøða við Johan Wolfgang Goethe, eftir Peter Hacks.
1991: Gribbarnir, eftir Øvre R. Frich; Skeivi gákurin, eftir Arthur Conan Doyle; Á fundi við Sigmund Freud, eftir C. P. Jenkins (2 partar).

Tilskrift: Tjarnardeild 12, 100 Tórshavn. Tlf. 315547