Erling Poulsen

Føðingardagur: 20-06-1924
Adressa: Tjóðhildargøta 2,Tórshavn
Telefon: 310044
Útbúgving: Lrari

Útgávur:


..//images/placeholder.png


..//images/placeholder.png


..//images/placeholder.png


..//images/placeholder.png


..//images/placeholder.png


..//images/placeholder.png


..//images/placeholder.png


..//images/placeholder.png


..//images/placeholder.png


Úr Rithøvundabókini
Erling Poulsen
er føddur í Vági 20. juni 1924. Foreldur míni vóru Mortan Poulsen, ættaður úr Víkarbyrgi. Hann var leingi politistur í Vági. Mamma mín var Josefina Poulsen, fødd Thomassen í Vági.

Eg eri giftur Lydiu Langgaard úr Leirvík, og eiga vit tvey børn, Bjørghild og Mortan. Bjørghild er gift Martin Djurhuus úr Sumba, tey búgva á Argjum. Mortan er giftur Sólgerð Magnusdóttur úr Saksun, tey búgva í Hoyvík.

Eg eri útbúgvin lærari og tók fyrra part av próvnum á Jonstrup Seminarium á sumri 1951 og annan part á Føroya Læraraskúla 1952. Eg varð vikarur í Vági um heystið sama ár og síðani lærari í Vági í 36 ár til á sumri 1988, tá eg mátti fara frá av heilsubrekum. Tá ið eg gavst sum lærari, flutti eg til Havnar og búgvi har enn.

Skúlaárini 1956/57 og 1965/66 var eg á skeiði á Danmarks Lærerhøjskole. Deknur var eg við Vágs kirkju frá á sumri 1967 til um heystið 1978.

Míni fyrstu mentanarligu avrik vóru týðingar. Fyrsta bókin, eg týddi, var Børnini hjá glasblásaranum. Síðani havi eg týtt fleiri aðrar, og eru allar lisnar upp í útvarpinum.

Um heystið 1991 gav eg út mína fyrstu bók, Víkarbyrgi. Summarið eftir kom so Laura, Immanuel og Aldan ganga burtur, og um heystið sama ár Grind og bátar í Vági.

Nú um degini gav bókadeildin hjá lærarafelagnum út bók við heitinum Mangt er millum himmal og jørð, sum Torkil Beder og eg hava skrivað. Eisini er bók farin til prentingar, sum eg havi lagt úr hondum: Smyrlarnir í strandfarasigling.

Harumframt havi eg skrivað nøkur søgubrot um ymiskt suðuri í Vági, og eru tey lisin upp í útvarpinum. Nøkur av hesum søgubrotum hava eisini staðið í Varðanum.

Tilskrift: Tjóðhildargøtu 2, 100 Tórshavn. Tlf. 310044.