Sólrún Michelsen

Føðingardagur: 11-3-1948
Adressa: Gundadalsvegur 19,Tórshavn
Telefon: 594690
Teldupostur: solmich@olivant.fo

Útgávur:


..//images/placeholder.png


..//images/placeholder.png


..//images/placeholder.png


..//images/placeholder.png


..//images/placeholder.png


..//images/placeholder.png


..//images/placeholder.png


..//images/placeholder.png


..//images/placeholder.png


..//images/placeholder.png


..//images/placeholder.png




..//images/placeholder.png


..//images/placeholder.png


..//images/placeholder.png






..//images/placeholder.png


..//images/placeholder.png


..//images/placeholder.png


..//images/placeholder.png




..//images/placeholder.png


..//images/placeholder.png


..//images/placeholder.png


Úr Rithøvundabókini
Sólrun Michelsen
Fødd 11/3 1948. Foreldur míni eru Petur Midjord úr Hovi (deyður 1992) og Anna Simona Midjord fødd Dam av Norðskála. Eg eri fødd í Havn, men uppvaksin á Argjum. Segði eg, at eg var argjafólk, søgdu tey RØTTU argjafólkini, at tað var eg í hvussu so er ikki. Eg kendi meg satt at siga eitt sindur rótleysa, inntil eg møtti einum eldri manni úr Fuglafirði. Hann spurdi meg, hvaðan eg var, og eg segði honum frá míni truplu støðu. Hann hugdi álvarsamur at mær og segði, at tí skuldi eg ikki vera kedd av, tí einaferð hevði hann átt eina kúgv, hvørs 'foreldur' komu ymsa staðni frá í Føroyum, og betri kúgv hevði hann ongantíð átt. Og, legði hann aftrat, hann hevði havt nógvar.

Eg fór í skúla á Argjum 6 ára gomul og gekk har, til eg var 12 ár, tá eg fór heim til Havnar í realskúla. Eftir lokið realprógv arbeiddi eg á Telegrafstøðini, giftist við Poul Michelsen í 1966 og fekk ein son Johan Petur í 1967. Var heimagangandi í trý ár, arbeiddi síðan á Elektron, til eg fekk næsta barnið, Elina, í 1973. Í 1975 kom so triðja og seinasta barnið, ið fekk navnið Poula. Í 1974 settu vit heilsølu á stovn, og har havi eg arbeitt síðani, tey seinastu sekstan árini sum stjóri. Eg havi onga útbúgving sum so, eri sjálvlærd, og hvørja ferð eg rendi nøsina ímóti, tók eg ein vetur á Føroya Handilsskúla.

Eg hevði avgjørt onga ætlan um at geva bók út, tá ið eg til stuttleika skrivaði nakrar søgur um barnaárini niður. Eg hugsaði, eg kundi siga ommubørnunum frá tí.

Men onkursvegna kom bókin so. Hon eitur Argjafrensar og kom út í 1974. Vónandi kemur eitt framhald av bókini út næsta ár.

Tilskrift: Hoyvíksvegi 74, 100 Tórshavn. Tlf. 314650.