Elin Mortensen

Føðingardagur: 26-05-1920
Adressa: Mariugøta 8,Tórshavn
Telefon: 312674
Útbúgving: Lrari

Útgávur:


..//images/placeholder.png


..//images/placeholder.png


..//images/placeholder.png


..//images/placeholder.png


..//images/placeholder.png


..//images/placeholder.png


..//images/placeholder.png


Úr Rithøvundabókini
Elin Henrietta Elisabeth Mortensen

Fødd á Tvøroyri 26. mai 1920. Foreldur: Johan Mortensen, lærari, ættaður úr Øravík, og Cathrina Maria, fødd Nolsøe, Tvøroyri. Systkin: Daniel Jacob Eilif, f. 14. januar 1916, d. 28. oktober 1989, Axel Ib Fridtjof, f. 11. februar 1918.

Preliminerprógv 1936 við Tvøroyrar skúla. Í Danmark 1938 - 39, ansaði børnum. Starvaðist í handli hjá bróður mínum Axel, 1939 - 46. Var í Bretlandi 1946 - 47. Vikarur við Trongisvágs og Tvøroyrar skúla 1947 til 1963, samstundis bókavørður á Tvøroyrar bókasavni. Fast starv við Sankta Frans skúla 1963 til 1987, tá eg fór frá vegna aldur.

Skeið í serundirvísing A á Danmarks Lærerhøjskole 1964. Skeið í serundirvísing B á Føroya Læraraskúla. Skeið í evning á Danmarks Sløjdlærerskole, 1963. Skeið í kristni á Føroya Fróðskaparsetri hjá P. M. Rasmussen og Johan Weihe vetrarnar 1969 til 1972.

Rithøvundavirki mítt:
Til serundirvísing, Føroya Skúlabókagrunnur givið út: Løtt lesibrot, 1969, umskrivað úr donskum; Kennir tú orðið, 16 heftir 1971 - 1974, saman við Johs. Andr. Næs og Jóhannes Enni; Tvíljóð í myndum, 1969; Lætt lesing, 6 heftir, umsett úr donskum, 1975.
Til undirvísing í føroyskum, Føroya Skúlabókagrunnur givið út: Eg skrivi, saman við Bjarna Skaalum og Guttormi Zachariassen, 1, 1973, 2, 1974 og 3, 1976.
Til kristni: Vit fara í kirkju, saman við Guttormi Zachariassen, Føroya Skúlabókagrunnur givið út 1975; Mín fyrsta bønabók, Føroya Skúlabókagrunnur givið út 1975, umsett til íslendskt; Faðirvár, umsett úr enskum, K.F.U.M. givið út 1986; Guð kallar teg, umsett saman við Ole Jacob Nielsen og Guttormi Zachariassen, Føroya Skúlabókagrunnur givið út 1983; Guð møtir tær, ikki givið út; Guð er kærleiki, ikki givið út; Smáir skúlaleikir, umarbeitt úr donskum, Føroya Skúlabókagrunnur 1973.

Skaldsøgur:
Sanna í summarfrí, 1979; Sanna og Marjun, 1983; Barn undir krígnum, 1990. Henda bókin fekk Barnabókaheiðursløn Tórshavnar Býráðs 1990.

Umsett 5 bøkur, sum Eilif Mortansson skrivaði á donskum um tjóðarhetjuna í 16. øld, Magnus Heinason: Ein sjógarpur, 1992; Sjórænaraskip í eygsjón, 1993; Sjórænarar á Norðhavinum, 1993; Svíkjari innanborða, 1994; Seinasta ferð Skiparans, 1995.

Tilskrift: Mariugøtu 8, 100 Tórshavn. Tlf. 312674.