Malan Marnersdóttirn Simonsen

Føðingardagur: 25.01.1952
Adressa: undir Kongavarða 31.4vm 160 Argir
Telefon: 316562
Útbúgving: Cand. Mag.

Útgávur:


..//images/placeholder.png


..//images/placeholder.png


..//images/placeholder.png


..//images/placeholder.png


..//images/placeholder.png


..//images/placeholder.png


Ur Rithovundabokini
Malan Marnersdóttir
Fødd 25. januar 1952 í Klaksvík.
Foreldur: Anna Kristina fødd Godtfred, úr Vági og Marner Simonsen úr Havn. Dóttir: Jóna Maria, f. 1982.
Studentsprógv úr Hoydølum 1971. Hjágrein í fronskum Århus Universitet, høvuðsgrein í norðurlendskum Københavns Universitet. Lærari í føroyskum, donskum og fronskum í Hoydølum 1979 - 81 - pedagogikum á Aurehøj Statsgymnasium í Gentofte várið 1981. Lektari í donskum og føroyskum á Johann - Wolfgang - Goethe Universität, Frankfurt am Main 1981 - 83. Hevur síðan 1983 starvast á Føroyamálsdeildini á Fróðskaparsetri Føroya. Undirvísir í føroyskari og norðurlendskari bókmentasøgu, skaldskapargreining, ritverkum og fjølmiðlasamskifti. Hevur starvast í styttri tíð á Bergens Universitet, Helsingfors Universitet, Ilisimatusarfik í Nuuk, Åbo Akademi og Århus Universitet.

Útgávur:
Kvinnurøddir, 1985 - um konufólkarøddir í føroysktmælta almenninum í 1890'unum. Konurák, 1989 - um fyrsta konufólkablaðið í Føroyum Oyggjarnar, sum komu út 1905 - 08. Bylgjurnar leika í trá, 1992 - viðger skaldskap eftir konufólk frá 1889 - sjónleikurin Veðurføst - til seinna heimsbardaga. Fyri fyrst, 1992 er savn við tekstunum, sum eru viðgjørdir í Bylgjunum. Lagt til rættis, saman við studentum á Føroyamálsdeildini: Vinalagið, náttúran og samfelagið. Tættir í ritverki Marionnu Debes Dahl (1994).
Greinir í Nordisk Tidsskrift, Edda, Scandinavica, Den danske Encyclopædi o. ø. um føroyskan skaldskap. Partarnar um føroyskan kvinnuskaldskap í Nordisk kvindelitteraturhistorie bd. 1 - 4, 1992 - . Greinir og ummæli í tíðarritinum Brá 1982 - 92. Ummæli, fyrilestrar og tílíkt í føroyskum fjølmiðlum.

Annað
Limur í M. A. Jacobsens nevndini hjá Tórshavnar býráð 1983 - 92. Limur í nevndini hjá rithøvundafelagnum fyri norðurlendsku bókmentavirðislønini frá 1984. Blaðstjórnarlimur í tíðarritinum Brá 1982 - 92. Fekk M. A. Jacobsens bókmentavirðisløn fyri yrkisbøkur í 1993.

Tilskrift: Villingadalsvegi 43, 100 Tórshavn. Tlf. 316562.