Einar Petersen

Føðingardagur: 19-07-1939
Adressa: Niðastu Trøð,Sørvágur
Telefon: 333280

Útgávur:


..//images/placeholder.png


Úr Rithøvundabókini
Einar Petersen.
Eg eri føddur í Sørvági hin 19. juli 1939. Foreldur míni vóru Danial Petur Petersen úr Sørvági og Katrina Petersen fødd Hansen úr Mykinesi. Eftir lokna skúlagongd og vorðin fermdur í 1953 fór eg á Føroya Fólkaháskúla. Árið eftir fór eg til skips, á Suðurlandið við sluppini Henry Freeman, og seinni ein sildatúr undir Føroyum við sluppini Sílinum. Sostatt upplivdi eg sum blaðungur endan á gomlu slupptíðini. Árið 1957 fór eg á sjómannaskúla í Esbjerg í tríggjar mánaðir, haðandi gekk ferðin beinleiðis út at sigla.
Eg havi siglt við farmaskipum í okkurt um 23 ár. Eisini helt eg frí, í longri og styttri tíðarskeið, í New York í USA, Genua í Italiu og Kobe í Japan, og nýtti høvið at síggja meg um. Í Kobe helt eg allar mínar feriur í tíðarskeiðinum 1968 - 1972 og var í landi upp til tríggjar mánaðir um ferðina.
Heimkomin havi eg, meðan arbeiði var at fáa, arbeitt á flakavirki og hjá Sørvágs kommunu sum arbeiðsmaður. Eg búgvi einsamallur í barndómsheiminum í Sørvági, men uppihaldi meg ein stóran part av árinum vestri í Mykinesi.
Mín skrivliga debut rokni eg frá tá eg og tríggir aðrir næmingar á Háskúlanum skrivaðu stílin: Heðin Brú: Lív og skaldskapur. Lærararnir hildu henda stíl vera so frægan, at teir settu hann í 14. september. Seinni bleiv hann endurgivin í einum riti hjá Háskúlanum. Vit "høvundar" vóru sera ernir.
Annars skrivaði eg eina lítla náttúrulýsing: Hvítur Tónleikur til ein teig nevndan Sýnisgluggin, sum Steinbjørn B. Jacobsen stjórnaði í mánaðarblaðnum Glugganum í sekstiárunum, og stuttsøguna Jandus til myndablaðið Magn í 1977. Í 1987 kom fyrsta skaldsøga mín, krimiin Deyðin sendir apríl, og í 1993 stuttsøgusavnið: Nemesis á útoyggj.

Tilskrift: 380 Sørvági.