Alexandur Kristiansen

Føðingardagur: 23-4-1949
Adressa: 530 Fuglafjørður, Føroyar
Útbúgving: Lrari

Útgávur:


..//images/placeholder.png


..//images/placeholder.png


..//images/placeholder.png


..//images/placeholder.png


..//images/placeholder.png


..//images/placeholder.png


..//images/placeholder.png


..//images/placeholder.png


..//images/placeholder.png


..//images/placeholder.png


..//images/placeholder.png


..//images/placeholder.png


..//images/placeholder.png


..//images/placeholder.png


..//images/placeholder.png


..//images/placeholder.png


..//images/placeholder.png


..//images/placeholder.png




..//images/placeholder.png


..//images/placeholder.png


..//images/placeholder.png


..//images/placeholder.png


..//images/placeholder.png


..//images/placeholder.png


..//images/placeholder.png


..//images/placeholder.png


..//images/placeholder.png


..//images/placeholder.png


Úr Rithøvundabókini
Alexandur Kristiansen
føddur 23/4 - 49 í Fuglafirði. Giftur 17/7 - 77 við Karolinu (fødd Matras) úr Klaksvík. Børn: Sámal f. 17/12 - 77, Høgni f. 17/6 - 82 og Búgvi f. 29/5 - 88. Slektin annars:

abbi mín Alexander Kristiansen
føddur og deyður í Fuglafirði abbi mín Bartal Eliassen
føddur og deyður í Fuglafirði

omma mín Súsanna Kristiansen
fødd í Funningi, deyð í Fuglafirði
omma mín Elin Eliassen
fødd og deyð í Fuglafirði

pápi mín Sámal Kristiansen
føddur og býr í Fuglafirði
mamma mín Bergtóra Kristiansen
fødd og býr í Fuglafirði

Sleit mínar barnaskógvar niðri í Gjógvarátúni og har um vegir. Og gekk í skúla. Og royndi eitt sindur av hvørjum. Og var í sildini sumrini 64 - 67. Og var við línubáti í 68. Og hetta árið royndi eg eisini, hvussu tað var at ganga á studentaskúla í Høng - men bara eitt hálvt ár. Og royndi eitt sindur meir av hvørjum. Og fabrikkin og flakavirkið vóru eisini míni arbeiðspláss hesi árini fram til 70, tá ið eg fór út í Koltur at vera vikarur. Og í 71 fór eg á læraraskúla í Havn og tók prógv haðani í 76. Og í tvey ár var eg so lærari á Venjingarskúlanum. Og síðan 78 havi eg verið lærari í heimbygdini. Og næstan alla tíðina havi eg lisið bøkur og roynt at skriva. Og yrkt og umsett sálmar og sangir og barnarímur og ordiligar yrkingar. Og viðhvørt hevur tað eydnast. Og eg havi eisini givið hesar bøkur út:

Nón, yrkingar 68
Assa, yrkingar 69 Og hesar týðingar
Jomfrú við ongum bróstum, yrkingar 72
Við fjøll og bláan fjørð 72 Tann lítli prinsurin 80
Málið er mítt øki, yrkingar 75 Eingin er sum Rosali 81 (óprentað)
Kannubjølluvísur, barnarímur 77 Toffi og Andrea 83 (óprentað)
Várt dagliga lív, yrkingar 79 Andrea + 7 cm, Toffi + 6 cm 83 (óprentað)
Barnabros, barnarímur 83 Ulo mín, ulo mín 87
Útskot, yrkingar 83 Teir trampa 89
Havnarlív, yrkingar 84 Hvør eri eg 89
Kærleiki mín, yrkingar 84 Allir mínir dunnungar 91
Mánageitin, barnarímur 89 Ribbaldurin Bibbi 92
MánadagsMortan, barnarímur 90 Ein vættur fór at ferðast 92
Staksteinar, yrkingar 90 Ævintýrið um vøttin 93
Odysseus í hjartanum, yrkingar 91 Bembil býr í búkinum 93
GrísaflísaPætur, barnarímur 92 Bembla kemur heim 95

Tilskrift: 530 Fuglafirði. Tlf. 44627.