Tórður Jóansson

Føðingardagur: 1-5-1941
Útbúgving: Cand. Phil.

Útgávur:


..//images/placeholder.png


..//images/placeholder.png




..//images/placeholder.png


Úr Rithøvundabókini
Tórður Jóansson

var borin í heim í stríðsárunum í Keypmannahavn 1. mai 1941. Foreldur: Louisa Mohr, fødd Vang, sjúkrasystir, ættað úr Soylugørðum í Kaldbak, og Hans Debes Joensen, lækni, ættaður av Tvøroyri, seinni landslækni í Føroyum. Rættiliga flákrandi barnaár, eins og hjá fleiri øðrum læknabørnum. Flutti við foreldrunum til Føroya í 1945 og búleikaðist síðani í Kaldbak, á Tvøroyri og í Vestmanna, til húskið flutti til Havnar at vera í 1949 - í gomlu amtslæknahúsunum, sum høvdu verið nýtt av bretska hervaldinum við teimum avleiðingum, tað hevði.
So við og við tóktist tó skil at koma í. Barnaskúla í ymiskum bygdaskúlum, til byrjað varð á Sankta Frans skúla. Dugdi tá neyvan at lesa og skriva, hóast eisini hesi kynstur mentust so við og við. Annars var skúlahugurin lítil og eingin; og í eini ummælisbók frá Færøernes Mellem - og Realskole stendur: "Dugir væl viðhvørt, men situr mestu tíðina sum burtur í øðrum heimi." - Neyvan nakað eindømi hjá føroyskum skúlabørnum í 50 - árunum. Stríddist við misjøvnum úrslitum við framhaldsútbúgving, men hugurin stóð meira til popptónleik og tílíkt.
Varð so statt formaður Tónleikafelagsins í 1957 og spældi í ymiskum bólkum, til farið varð á Emdrupborg - læraraskúlan í Keypmannahavn, haðani læraraprógv varð tikið í 1964. Magistaraprógv varð tikið á University of Glasgow í 1981; exam. art. - prógv á Fróðskaparsetri Føroya í 1985. Harumframt árskeið á Fróðskaparsetrinum 1968/69, í Moskvu 1970/71 og styttri skeið og námsferðir í Føroyum, Bretlandi, Svøríki, DDR, Tjekkoslovakia, Bulgaria, Kuba, Íslandi og aðrastaðni.
Lestrarárini í Keypmannahavn vóru ein virkin tíð: vinstrahalli felagsskapurin Oyggjaframi varð settur á stovn, gav út mánaðarblaðið Framan og stóð fyri ymiskum tiltøkum. Hevði tann ivasama heiður at vera bæði formaður í felagnum og ein av trimum blaðstjórum, saman við Tummas N. Djurhuus, sála, og Hans J. Debes, seinni professari. Her var helst grundarlagið lagt undir blaðmannayrki, sum altíð hevur verið frítíðarítriv, stundum eisini fulltíðarstarv, t.d. á 14. September, tá ið umrøddi var í blaðstjórnini saman við Erlendi Patursson, sála, fyrst í 70 - árunum.
Smáritið Lenin 100 ár kom í 1970, minningarrit Føroya Arbeiðarafelags Saman tí standið í 1975, greinasavnið Okkurt um ymiskt í 1979, minnisrit Fuglafjarðar Arbeiðsmannafelags Virki og menning í 1983, umframt greinagerðir, ummæli og annað í Glugganum, Fróðskaparriti, Varðanum og aðrastaðni, eins og almennir og útvarpsfyrilestrar hava verið hildnir av og á. Onkrar umsetingar hava eisini verið royndar.
Síðan 1993 hevur verið arbeitt við ritgerð um ensk lánorð í føroyskum, English Loanwords in Faroese, sum verður gjørd í samstarvi við University of Aberdeen; væntandi kemur henda ritgerð út í 1996.
Álitisstørv í fleiri politiskum og øðrum felagsskapum; blað - og ritstjóri á ymiskum bløðum. Í fleiri ár formaður í Føroyskum - Bretskum Felag, sum millum annað tók stig til Bretsku Vikuna í Føroyum í 1990, tí tá vóru júst liðin fimmti ár, síðan bretskir hermenn komu til Føroya.
Virkað sum lærari á ymiskum skúlum: Tvøroyrar Skúla, Venjingarskúlanum, Tekniska Skúla, Handilsskúla, Studentaskúla og HF - skeiði, Fróðskaparsetrinum, Føroya Læraraskúla - og helst aðrastaðni við. Umboðsskrivari hjá University of Cambridge Local Examinations í Føroyum.
Frítíðarítriv: lestur, sílafisking og at práta við fólk. Einki soleiðis stórvegis at reypa av. Jú, framvegis miklan áhuga fyri tónleiki, eins og sjónleiki og list; nú minni fyri politikki. - Síðan 1992 búð í Haldórsvík, tá ið tey tvey árini 1993/95 eru tikin frá;

búði og starvaðist tá í Aberdeen sum granskari og blaðmaður - umframt kanska okkurt meira skemtiligt.

Tilskrift: postboks 33, 450 Oyri. Tlf. og fax 23530.