Oddvør Johansen

Adressa: Sundsvegurin 2,Tórshavn
Telefon: 319748
Útbúgving: Organistur

Útgávur:


..//images/placeholder.png


..//images/placeholder.png


..//images/placeholder.png


..//images/placeholder.png


..//images/placeholder.png


..//images/placeholder.png


..//images/placeholder.png


..//images/placeholder.png


..//images/placeholder.png


..//images/placeholder.png


..//images/placeholder.png


..//images/placeholder.png


..//images/placeholder.png


Úr Rithøvundabókini
Oddvør Johansen
er fødd og uppvaksin í Havn og elst av trimum systkjum. Pápin, Verland Johansen, var sonur Elias í Rættará, bátasmið úr Hvalvík og Stinu Michelsen úr Havn. Mamman, Ebba Restorff, er dóttir Poul Restorff keypmann í Havn og Súsannu Holm úr Hvalba. Í heiminum hjá Oddvør var stórur áhugi fyri list og tónleiki. Mamman spældi klaver, og pápin var virkin sum málari og áhugatónleikari alt sítt lív á ljóðførum sum cello, kontrabass, saxofon, klarinett, basun og obo. Hann var útbúgvin møbilsnikkari, men fór hálvthundrað ára gamal sjálvur at læra seg orgulsmíð og bygdi tilsamans 20 orgul til føroyskar kirkjur.

Oddvør Johansen gekk 7 ár í gamla kommunuskúlanum, fór síðan á preliminerskúla, og liðug har var hon arbeiðskona í eitt ár. Hon var á musikkháskúla eitt ár í Värmlandi, arbeiddi síðan í handli í Havn og á bryggjarí; bleiv forlovað og giftist tjúgu ára gomul við lærara í Vágum. Tey vóru barnleys, men adopteraðu tvey børn, Tóka og Stinu. Eftir hjúnabandsskilnað fór Oddvør til Danmarkar við lítlu dóttrini at læra orgulspæl á konservatoriinum í Keypmannahavn. Hon giftist violinspælaranum Kanny Sambleben og átti tveir synir, Jákup og Ísak, meðan hon virkaði sum organistur í Kbh.

Í 1982 debuteraði hon við skaldsøguni Lívsins Summar, sum seinri varð umsett til danskt og svenskt og heiðrað við M.A.Jacobsens virðisløn. Árið eftir kom barnabókin Hundalív í Grindavági.

Í 1987 flytur familjan til Føroya, har tey virka sum musikklærari og organistur. Í 1988 kemur barnaskaldsøgan Skip í eygsjón, sum fær barnabókaheiðursløn Tórshavnar býráðs.

Í 1990 kemur stuttsøgusavnið Bella Katrina, og í 1993 skaldsøgan Ein mamma er ein mamma. Oddvør hevur skrivað til tíðarrit sum Brá, Varðan og Birting umframt tilfar til skúlabøkur.

Í 1995 kemur bókin Á káta horninum; hetta er savn við hugleiðingum, stuttsøgum og onkrari yrking.
Tilskrift: Sundsvegi 2, 100 Tórshavn. Tlf. 319748