Axel Tórgarð

Útgávur:


..//images/placeholder.png




..//images/placeholder.png


..//images/placeholder.png


..//images/placeholder.png


..//images/placeholder.png


..//images/placeholder.png


..//images/placeholder.png


..//images/placeholder.png


..//images/placeholder.png


..//images/placeholder.png


..//images/placeholder.png


..//images/placeholder.png


Úr Rithøvundabókini
Axel Wenningsted Tórgarð
føddur 31/3 1923 í Tórshavn. Foreldur: H. C. W. Tórgarð, arkitektur í Tórshavn, og Valborg f. Eide úr Nólsoy. Giftur 26/5 1958 við Margretu Danielsen, dóttir ognarmann Søren Danielsen og konu Dagmar f. Joensen, úr Miðvági. Børn: Súsanna Dagmar, Jóhanna Maria og Hans Christoffur.
Útbúgving: Studentur 1941 á Studenta - og preliminerskeiði Føroya Løgtings (tann fyrsti, sum tók bæði preliminerprógv og studentsprógv á hesum skeiði). Undir krígnum slapst ikki til víðari útbúgving; tókst tí við ymiskt: læraravikarur í Gøtu, Funningi og Tórshavn, hjálparmaður hjá Dánjal Bærentsen, sum ferðaðist Føroyar runt við gassmaskum, men ta mestu tíðina arbeitt sum assistant contractor og military interpreter hjá bretska hervaldinum.
Fór eftir kríggið at lesa guðfrøði og tók embætisprógv í guðfrøði við Keypmannahavnar Universitet í 1954.
Størv: Prestur í Suðurstreymoyar prestagjaldi 1954 - 1957. Leiðari á tí nýstovnaða Útvarp Føroya 1957 - 1960. Sóknarprestur í Norðurstreymoyar prestagjaldi 1960 - 1979. Prestur í Suðurstreymoyar eystara prestagjaldi 1979 - 1989. Farin frá fyri heilsubrek.
Skrivað:
Morgunlestrar, egið forlag 1987; Orðið er tær nær, Bókadeild KFUM's 1992; Ein halgisøga, ein jólavísa og eitt ævintýr, Bókadeild KFUM's 1993; Dagar og nøvn í álmanakkanum, Stiðin 1994.
Týtt: Lewis Caroll: Lisa í Leikalandi, Estra 1988; Lewis Caroll: Eftir Snarki, Sprotin 1994; Sofokles: Antigone, Futura 1988; Euripides: Medeia, Stiðin 1989; Aiskýlos: Agamemnon, Stiðin 1992; Apokrýfisku bøkunar, Stiðin 1990; J. R. R. Tolkien: Hobbin, Stiðin 1990; J. R. R. Tolkien: Klávus bóndi á Bóli, Stiðin 1993; J. H. Wessel: Kerligheit men ongar hosur, Stiðin 1991.
Lagt til rættis:
Ljósið rann av kærleiks runni, lestrar eftir Gudmund Bruun, H. N. Jacobsens Bókahandil 1968; Lívið spratt av kærleiks rót, lestrar eftir fyrrverandi og núverandi prestar í Norðurstreymoy, Stiðin 1995.
Hevur harumframt havt nógvar týðingar í útvarpinum, m. a. í 1964 Julius Cæsar hjá William Shakespeare; Stefan Zweig: Talvsøga; Eric Linklater: Summardimmið og Sjórænararnir á havsins dýpi bláa (hesar báðar seinnu undir skaldnavninum Jökil Búason)
M. A. Jacobsens heiðursløn í 1990; heiðursgávu frá grunni Christians á Brekkumørk 1994.

Tilskrift: 340 Kvívík. Tlf. 21258.