Martin Joensen

Føðingardagur: 27-8-1953
Adressa: millum Gilja 125A,188 Hoyvík
Telefon: 319776
Útbúgving: Teknari og grafikari

Útgávur:


..//images/placeholder.png


..//images/placeholder.png


Úr Rithøvundabókini
Martin Joensen

er føddur í Vestmanna 27. august 1953. Foreldur hansara vóru Emil Joensen av Heygum og Maria Jacobsen av Vatnsoyrum. Martin vaks upp sum næstelstur av 4 systkjum og gekk í skúla í Vestmanna, har han tók realprógv í 1970. Síðan gekk leiðin til Hoydalar, har hann tók studentsprógv í 1973. Harnæst var Martin læraravikarur í trý ár í Vestmanna, í Hesti og á Venjingarskúlanum í Havn.

Í 1977 fór Martin á Glyptotekets tegneskole og var har í eitt ár, harnæst fór hann á Skolen for brugskunst í 1978 og tók prógv frá hesum skúla sum teknari og grafikari í 1982. Martin giftist í 1982 við Jóhonnu Zachariassen úr Havn, og tey eiga børnini Atla f. 1983, Sakaris, f. 1987 og Maluna, f. 1994.

Saman við Martini Næs fekk Martin Joensen barnabókmentavirðisløn M. A. Jacobsens í 1980 fyri bókina Per og eg, og í 1983 vann hann eina útvarpskapping við yrkingini Ró. Annars er Martin kendur sum ein høvuðsstuðul í tónleikabólkinum Vestmenn, og hava teir givið út fleiri plátur. Sjálvur hevur hann givið út trý bond, Morgun í 1986, songleikin Skuggagestir í 1991 og Blátt í støðum í 1993. Skuggagestir hevur hann eisini skrivað allan sum hann er. Í Grønu songbók eigur Martin Joensen 36 sangir, sum hann í flestu førum hevur gjørt lag til.

Tilskrift: millum Gilja 125 A, 188 Hoyvík. Tlf. 317477.