Axel Mortensen

Føðingardagur: 11.02.1918
Adressa: Brekkugøta 15,Tórshavn
Telefon: 312140
Útbúgving: Handilsskla

Útgávur:


..//images/placeholder.png


..//images/placeholder.png


..//images/placeholder.png


Úr Rithøvundabókini
Axel Ib Frithiof Mortensen

Føddur á Tvøroyri 11. februar 1918. Foreldur: Johan Mortensen, lærari, ættaður úr Øravík, og Cathrina Maria Mortensen, f. Nolsøe, Tvøroyri. Systkin: Elif Mortansson, rithøvundur, f. 14. januar 1916, d. 28. oktober 1989 og Elin Mortensen, lærarinna, f. 16. mai 1920. Giftist í 1951 við Mariu Olsen í Havn, dóttur Napoleon og Armgarð Olsen. Børn: Johan Mortensen, Armgarð Arge.

Fór eftir lokna skúlagongd í handilslæru í Keypmannahavn 1934. Starvaðist eftir lokna lærutíð í sama felag í tvey ár.

Kom aftur til Føroyar mars 1940 og starvaðist á Tvøroyri í toyhandli (Søstrene Petersen), sum eg yvirtók saman við mammu míni og Elini, systur.

Fór til Klaksvíkar í 1946 at arbeiða hjá P/F J. F. Kjølbro sum skrivstovumaður í út við eitt ár.

Fór til Havnar í 1947 at arbeiða hjá Carl á Lag.

Í 1952 søkti P/F Marr & Co. í Havn eftir skrivstovumanni. Eg sendi umsókn og fekk starvið. Tá D. J. Marr doyði í 1959, keypti eg felagið og rak tað fram til 1986, tey seinnu árini saman við soninum, Johan. Var bretskur konsul og Lloyd's agentur í 26 ár.

Í 1986 legði eg frá mær, og tvey ár seinni skrivaði eg fyrstu bók mína: Mortensens Menninir á Tvøroyri, og í 1992: Gloymdu ikki ættarbandið. Havi eisini skrivað hóp av greinum í Dimmalætting um ymisk føroysk mál.

Tilskrift: Brekkugøtu 15, 100 Tórshavn. Tlf. 312140.