Jóan Pauli Joensen

Føðingardagur: 30-4-1945
Adressa: Gæsugøta 18, 100 Tórshavn, Føroyar
Telefon: 314502
Útbúgving: Cand. Phil.

Útgávur:




..//images/placeholder.png


..//images/placeholder.png


..//images/placeholder.png


..//images/placeholder.png


..//images/placeholder.png


Úr Rithøvundabókini
Jóan Pauli Joensen
Føddur 30. apríl 1945 í Sørvági og doyptur Joen Pauli Joensen. Foreldrini eru Peter Ole Joensen, sum andaðist í 1957, og Irena Joensen, fødd Haraldsen, bæði úr Sørvági. Giftur við Louisu Lamhauge, ættað av Toftum. Tey eiga tvær døtur.
Vaks upp á Kelduni í Sørvági og gekk barnaárini í Sørvágs skúla. Var so heppin at hoyra til fyrsta árgang, sum slapp á framhaldsskúla í Vágum. Gekk 8. og 9. skúlaár í Sørvági og seinasta árið, eins og aðrir sørvingar, á skúlanum á Giljanesi, har tey fyrstu fingu preliminerprógv í 1962. Læraravikarur í Gásadali 1963 - 64. Tók nýmálsligt studentsprógv frá Rønde Kursus í Danmark í 1966. Sama ár innskrivaður við Aarhus Universitet. Frá 1. september 1970 eisini innskrivaður við Lunds Universitet. Hevur lokið fulla akademiska útbúgving við bæði universitetini í etnografi, etnologi og søgu. Varð filosofie doktor við Lunds universitet í 1975 og docentur sama stað í 1980 og dr. phil. við Aarhus Universitet í 1987.
Arbeiddi í lestrartíðini við innsavning á Fróðskaparsetrinum og á Føroya Fornminnissavni. Vitjaði summarið 1968 Irish Folklore Commission og var á innsavningarferðum saman við írskum fólkaminnisfrøðingum. Skrivari í Tjóðlívsnevndini frá 1970 til hon varð niðurløgd í 1973. 1971 - 72 svenskur statsstipendiatur. Arbeiddi á Føroya Fornminnissavni 1974 - 75. Granskingarstipendiatur við Statens Humanistiske Forskningsråd 1975 - 76. Í føstum starvi sum savnvørður á Føroya Fornminnissavni og leiðari av fólkalívsdeildini 1976 - 1989. Síðani 1989 professari í fólkalívsfrøði og siðsøgu á Fróðskaparsetri Føroya og rektari setursins síðani 1991. Hevur verið nevndarlimur og formaður í Føroya Forngripafelag, í Føroya Fróðskaparfelag og nevndarlimur í Norrøna felagnum. Limur í Kungliga Gustav Adolfs Akademien, Svøríki, 1994. Próvdómari við donsk universitet og Fróðskaparsetrið í Grønlandi (Ilisimatusarfik, Nuuk) og javnan limur í metingarnevndum í sambandi við starvssetanir og metingar av akademiskum ritgerðum.
Høvundaarbeiðið er ein beinleiðis avleiðing av granskingararbeiðinum. Hevur skrivað bøkurnar Færøske sluppfiskere 1975, Färöisk folkkultur 1980, Fiskafólk 1982, Folk og fisk 1985, Fra Bonde til Fisker 1987, Fólk og Mentan 1987, Fróðskaparsetur Føroya 1965 - 90 umframt fleiri størri og minni greinir um fólkalívsfrøðilig og siðsøgulig evni og bókaummæli í vísdindaligum tíðarritum.

Tilskrift: Gæsugøtu 18, 100 Tórshavn. Tlf. 314502.