Dagny Joensen

Føðingardagur: 31-1-1944
Adressa: Láarvegur 11, 100 Tórshavn, Føroyar
Telefon: 316392
Útbúgving: Hrfrkan

Útgávur:


..//images/placeholder.png


..//images/placeholder.png


..//images/placeholder.png


..//images/placeholder.png


Úr Rithøvundabókini
Dagny Joensen

Fødd 31.1.44 í Klaksvík. Fór til Havnar 15 ára gomul at læra hárfríðkan í 1959 og tók sveinabræv í 1963. Giftist við Magnus Paula Joensen í mars 1961, og vit fingu fýra børn, Georg 1961, Óla Jákup 1965, Anniku 1966 og Bjørg í 1967. Flutti til Danmarkar í 1964, har maðurin las til verkfrøðing í Ålborg. Vit fluttu heim aftur í 1976. Havi síðani búð í Havn. Heimafturkomin fór eg á Myndablaðið at "læra" og havi síðani arbeitt sum blaðkvinna. Á Myndablaðnum frá 1977 til 80, á Tingakrossi frá 1980 - 82. Síðani havi eg arbeitt á Sosialinum, tó við at gera eitt rend á Arbeiðseftirlitið 1987 - 92, har eg var kunningarfólk.

Foreldrini: Georg Nolsøe, ættaður úr Vági og Linda Nolsøe, fødd Skibenæs, ættað av Skipanesi, búsitandi í Klaksvík, men síðan 1965 í Havn.

Egin verk: Hvat er kærleiki? útvarpsleikur 1979; Ert tú nøgd, Bina? útvarpsleikur 1979; Selma og Páll, útvarpsleikur 1980; Býr nakar inni har, mamma? útvarpsleikur 1980; Tilvildin, sjónleikur framførdur í Sjónleikarhúsinum í 1982; Wiskykuffertið, útvarpsleikur 1985; Summarskemtarin, útvarpsleikur 1986; Tað er mín leiklutur, útvarpsleikur 1986; Tey keypa sær vinir, undgdómssending 1987; Hvar fór Anna? útvarpsleikur 1986 og Tá Jólatrina vitjaði Snæbjørn, stuttsøga fyri børn 1986.

Fyri Sjónvarp Føroya: Tilvildin gjørd til sjónvarpsleik í 1984; Er poppur eisini mentan, prát við Robert McBirnie, sangara og undirhaldara 1985; Fýra kvinnumyndir, samrøður við Helenu Højgaard, ljósmóður í Havn, Lenu Bærentsen, flakakvinnu á Tvøroyri, Hjørdis Klein, fyristøðukvinnu í Klaksvík og Jóhannu Joensen, bóndakonu á Skælingi og Jólakalendarin fyri børn 1986.

Tilskrift: Láarvegi 11, 100 Tórshavn. Tlf. 316392.