Petur Jensen

Føðingardagur: 18-1-1973
Útbúgving: Lrari

Útgávur:


..//images/placeholder.png


..//images/placeholder.png


..//images/placeholder.png


..//images/placeholder.png


Úr Rithøvundabókini
Petur Jensen
føddur 18.01.1973 uml. kl. 01.07 (minnist ikki akkurát). Æt Heinesen inntil giftur Jensen í 1976. Uppvaksin á Toftum, tó einamest í Gøtu. Undantøk vóru.

Gingið í skúla inntil 1992 (student). Lesi bókmentir í Århus frá 1. september 1995. Elski tøl. Dugi ikki rokning. Havi einki koyrikkort. Men hoyfepur, serliga tá ið terri er.

Mentanarlig avrik eru ikki nógv. Hevði allar barnasjúkur áðrenn níggjunda árið. Dámar væl urtapottar. Gav út yrkingarsavnið Afturvendandi endurspeglingar av komandi dreymum, november 1994, á forlagnum Fonnum.

Hevur annars lisið upp ymsastaðni í ymiskum høpi og loysi. Hevur ætlanir og vónir. Kanska ætlaðar vónir - um at fáa givið meira út, um fígging nakrantíð fer at verða at fáa til vega.

Dámi væl orðtøk.

Abbar vóru: Meinhard Jensen (Helli - Meinhard), Gøtu; Petur Heinesen (Petur í Hoygarðinum), Toftum. Ommurnar liva enn: Martina og Jana, ávikavist.
Tilskrift: Rundhøj Allé 1-212, DK-8270 Højbjerg