Carl Jóhan Jensen

Føðingardagur: 2-12-1957
Adressa: Skørugøta 6,Tórshavn
Telefon: 311533
Útbúgving: exam.art

Útgávur:


..//images/placeholder.png


..//images/placeholder.png


..//images/placeholder.png




..//images/placeholder.png


..//images/placeholder.png


..//images/placeholder.png


..//images/placeholder.png




..//images/placeholder.png


..//images/placeholder.png


..//images/placeholder.png




..//images/placeholder.png


..//images/placeholder.png


..//images/placeholder.png


..//images/placeholder.png




Úr Rithøvundabókini
Carl Jóhan Jensen

Eg eri føddur í Havn tann 2. desember 1957 og vaks upp við Tinghúsvegin í grannalagnum oman fyri telegrafstøðina. Gekk míni barna- og realskúlaár í kommunuskúlanum. Síðani fór eg í 1973 til Danmarkar á studentaskúla og tók í 1976 fornmálsligt studentsprógv. Sama ár flutti eg aftur til Føroya. Árini sum komu fekst eg við ymiskt arbeiði - var eitt nú eitt skifti blaðmaður, lossingarmaður og royndi meg í húsasmíði eina tíð. Á heysti 1979 fór eg undir lestur á Føroyamálsdeildini og tók haðani exam. art. prógv í norðurlendskum serliga føroyskum máli og bókmentum í 1981. Eftir lokið exam. art. prógv gekk leiðin til Íslands, har eg tey komandi árini las íslendskt mál og almenna bókmentafrøði til 1987. Eftir tað var eg eitt ár í Australia saman við konu mínari Kate Sanderson, ið er úr Sidney. Heimafturkomin til Føroya fór eg aftur á Føroyamálsdeildina, haðani eg í 1990 tók cand. phil. prógv í føroyskum. Eg eri í løtuni búsettur í Tromsø í Norður-Noregi saman við konu mínari, ið er stjóri í NAMMCO, og synum okkara Eiriki Høgna og Jóhan Fríðriki, ið eru ávikavist 7 og 5 ára gamlir.
Eg havi, alt eg kann minnast, havt áhuga fyri bókum. Eisini áðrenn eg hevði lært at lesa. Áðrenn tað gátuføra klórið á blaðsíðunum dró seg saman í orð og tekst, søgur og frásagnir, kvæði og yrkingar. Hugurin at penta saman sjálvur gjørdi tíðliga vart við seg og eg hevði valla fingið hylling á stavingareglunum, tá ið eg fór at royna at seta ymiskt á blað av hesum. Tíbetur havi eg gloymt tað mesta og fari at vóna at ymsir av lærarum mínum í barna- og realskúla eru so umhugsinir at gera tað sama.
Fyrsta bók mín, eitt savn av yrkingum, ið um ikki annað kann vera frambráðum ungum skaldum til ávaringar, kom út í 1977 á egnum forlagi. Mentunargrunnur Studentafelagsins havnaði, av røttum, handritinum. Síðani havi eg latið fimm bøkur úr hondum. Eina stutta skaldsøgu Seinnapartur á egnum forlagi í 1979 og fýra yrkingarsøvn Skríggj (1982), Messa á kvøldi og fram undir morgun (1984), Lygnir (1985) og Hvørkiskyn (1990). Hesar seinastu fýra bøkurnar gav Mentunargrunnur Studentafelagsins út. Næstu bøkur, sum koma á marknaðin í næstum, eru Rúm (ein tekstur í 14 pørtum), ið Mentunargrunnur Studentafelagsins gevur út, og Tímar og rek, eitt savn av sonettum og øðrum yrkingum, ið væntandi kemur út í 1996.
Umframt at yrkja og skriva sjálvur havi eg eisini fingist eitt sindur við týðing serliga úr íslendskum, eysturnorðurlendskum og enskum. Eg havi m. a. týtt fleiri leikir, eitt nú leikir eftir Strindberg, Dario Fo, Ayckburn og fleiri. Eg havi eisini týtt bøkur bæði fyri børn og vaksin, m. a. Jóra og eg, eftir Guðlaugu Richter og Har sum djevlaoyggin dagar eftir Einar Kárason.
Eg havi ongantíð gjørt nógv um meg í felagsligum arbeiði, men havi kortini sitið í nevnd nøkur skifti m. a. í nevndini fyri Rithøvundafelag Føroya og starvsnevndini í LISA. Í 1991-92 var eg formaður í Rithøvundafelagnum.
Í 1990 fekk eg sum flest onnur, ið koma fram á føroyska mentanarpallin fyrr ella seinni, bókmentavirðisløn M. A. Jacobsens og sama árið var yrkingasavnið Hvørkiskyn tilnevnt til bókmentavirðisløn Norðurlandaráðsins.

Tilskrift: Oscar Larsens vej 15, N-9007 Tromsö. Tlf. 77681654.