Bárður Jákupsson

Føðingardagur: 23-12-1943
Adressa: Nikolai Mohrsgøta 3, 188 Hoyvík
Telefon: 314009
Útbúgving: Lrari

Útgávur:


..//images/placeholder.png


..//images/placeholder.png


..//images/placeholder.png


..//images/placeholder.png


..//images/placeholder.png


..//images/placeholder.png


..//images/placeholder.png


..//images/placeholder.png


..//images/placeholder.png


..//images/placeholder.png


..//images/placeholder.png


..//images/placeholder.png


Úr Rithøvundabókini
Bárður Jákupsson
føddur tollaksmessudag 1943 í Havn. Foreldrini eru Katrina Malena (1904 - 74), dóttir Jóannes á Klovalið úr Skálavík, bónda uppi í Stovu á Velbastað, og Sigrið av Toftanesi í Leirvík, og Hans Jacob (1901 - 87) úr Skálavík, sonur Pól Jóhannes, bónda í Stovuni í Skálavík og Linu av Braðnum í Dali. Giftur 1967 við Kristin Hervør Lützen frá Gjógv. Synirnir tríggir eru Róaldur, f. 6/3 - 74, Sveinur, f. 3/8 - 76 og Heðin , f. 7/10 - 80, - hann er kallaður upp eftir abbanum, Heðini Brú.

Útbúgving: Studentur av Skansanum 1962; Askov Højskole DK 1962 - 63; læraraprógv úr Hjørring DK 1969; Kunstakademiets Malerskole Kbh, prof. Mogens Andersen 1970 - 72.

Størv: Lærari á Føroya Fólkaháskúla 1972 - 78; savnslærari á Føroya Fornminnissavni 1974 - 89; blaðstjóri á tíðarritinum MONDLI 1975 - 90; leiðari fyri Listaskálanum 1978 - 89; savnsleiðari á Listasavni Føroya síðan 1989.

Nevndarstørv: Nevndarlimur í Listafelag Føroya síðan 1978, formaður 1978 - 83; nevndarlimur í Norrøna Felagnum síðan 1976, formaður 1982 - 85; nevndarlimur í Føroyskum Myndlistafólkum 1981 - 87, formaður 1981 - 86.

Myndir í bókum: Barnabøkur hjá Steinbirni B. Jacobsen: Hønan og Hanin; Mæið; Tann snjóhvíti Kettlingurin; Mia og Dia; Grái Steinur; Vár og Mánin. Jakob Jakobsen: Sagnirnar um Óla Jarnheys og Snæbjørn. Dorethe Bloch: Føroya Flora; Flytifuglar. Hans Mølbjerg og Karsten Hoydal: Føroyskar Speglmyndir. Alexandur Kristiansen: Grísa Flísa Pætur. Skúlabøkur eftir Hervør Jákupsson: Sóljan; Smæran; Summardáin; Blákollan; Mýrifípan; Krøkjan; Baldursbráin; Akkuleyan.

Egið bókaverk: Mikines, á føroyskum og donskum

Onnur skriving: Greinar um ymisk siðsøgulig evni í Mondli 1975 - 90, nevnast kunnu Vitinýru og Báturin. Ein hóp av greinum í ymisk tíðarrit, myndaskráir o. t. í ymiskum londum um føroyska myndlist, nevnast kann Da kunsten kom til Færøerne, Nordisk Tidsskrift. Skrivað ein hóp av tekstum fyri Postverk Føroya í sambandi við frímerkjaútgávur.

Virðislønir: Bókmentavirðisløn M. A. Jacobsens 1991; Arbejdslegat fra Statens Kunstfond 1991.

Tilskrift: Nikolaj Mohrs gøtu 3, 188 Hoyvík. Tlf. 314009.