Oddfríður M. Rasmusen

Føðingardagur: 22-2-1969
Adressa: Krossgøta 2, - loft, Føroyar
Telefon: 312430

Útgávur:


..//images/placeholder.png


..//images/placeholder.png


..//images/placeholder.png


..//images/placeholder.png


..//images/placeholder.png


..//images/placeholder.png


..//images/placeholder.png




..//images/placeholder.png


..//images/placeholder.png


..//images/placeholder.png


..//images/placeholder.png


..//images/placeholder.png


..//images/placeholder.png




..//images/placeholder.png


..//images/placeholder.png


..//images/placeholder.png


..//images/placeholder.png


..//images/placeholder.png


..//images/placeholder.png


..//images/placeholder.png






Úr Rithøvundabókini
Oddfríður M. Rasmussen

er føddur 22/2 1969 í Tórshavn, men er uppvaksin heima á Sandi. Tók 10. flokk á Sandoyar Meginskúla í 1986. Eftir lokna skúlagongd fór hann til skips í trý ár.

Í 1989 var hann eitt hálvt árs skeið á Odder Højskole í Danmark.

Í 1990 - 92 tók hann HF í Tórshavn. Frá 1992 - 94 arbeiddi hann í barnagarði.

Frá 1994 - 95 búði hann í Keypmannahavn, har hann starvaðist í Nærvarpinum og á Oyggjaskeggja, men høvuðsdenturin var lagdur á skrivingina.

Í 1994 gav forlagið Fannir út fyrsta yrkingasavn hansara aldur hugans út. Aldur hugans er skrivað yvir eitt fýra ára skeið, og eru yrkingarnar eisini merktar av hesum, tí tær hava einki fast tema.

Í 1995 kom út yrkingasavnið innantannasgríggj á egnum forlagi. Hetta savnið er skrivað yvir eitt styttri tíðarskeið og hevur tískil ein reyðan tráð at halda seg til. Eisini er tað svartskygdari enn hitt fyrra.

Oddfríður M. Rasmussen er ein av teimum yngru yrkjarunum. Fyrstu yrkingar hansara stóðu á prenti í Brá í 1992. Hann hevur síðani javnan havt yrkingar og stuttsøgur í Dimmalætting, Oyggjaskeggja og í Nærvarpinum í Keypmannahavn ta tíðina hann var í Danmark.

Tilskrift: 210 Sandi. Tlf. 61053.