Elin Súsanna Jacobsen

Føðingardagur: 6-5-1941
Adressa: Tórsbyrgi 13, 100 Tórshavn, Føroyar
Telefon: 311399
Útbúgving: Cand. Phil.

Útgávur:


..//images/placeholder.png


..//images/placeholder.png


..//images/placeholder.png


Úr Rithøvundabókini
Elin Súsanna Jacobsen
fødd 6/5 - 1941 í Klaksvík. Foreldur: Hjalmar Jacobsen f. 1911 í Svínáum og Ásleyg Winther Jacobsen (f. Poulsen) f. 1910 í Skopun. Barn: Bjørg, f. 1962. Sambúgvi: Arne Nørrevang, f. 1933.
Útbúgving: 3 - málsligt korrespondentsprógv 1965. Cand. phil í søgu og siðsøgu 1992.
Útgávur:
Egin verk:
1989 Leikar og lærdar - ljósmøðrayrkið í broyting. Fróðskaparrit 38. - 39. bók. - 1990 Um at týða til føroyskt. Í "Bókin undir lesiglasið". Føroya Landsbókasavn. - 1992 Heilsu - og sjúkrarøkt í Føroyum í 19. øld. Ritgerð til høvuðsprógv í søgu/siðsøgu (til skjals á Føroya Landsbókasavni). - 1993 Færøsk drikkekultur - kontinuitet og forandring. Í "Kulturforskning kring alkohol i Norden", red. Anders Gustafsson. Skrifter från Etnologiska institutionen, Uppsala Universitet. - 1995 Færøsk alkoholpolitik - fra kgl. monopolhandel til Rúsdrekkasøla landsins. Nordisk Alkohol Tidskrift 4/1995. - Rúsdrekka - siðir og ósiðir. Bók í prenti 1995.
Týðingar:
Barnabøkur: Aase Foss Abrahamsen: Eg kundi ikki gera við tað (1988). Tormod Haugen: Náttfuglarnir (1985) og Joakim (1986). Bodil Hagbrink: Børnini í Vernette (1987). Ebba Hentze: Antonia mitt í verðini (1982) og Mamman eigur meg (1983).Astrid Lindgren: Ronja Ránsmansdóttir (1984) og Mio mín Mio (1985). Sven Wernstrøm: Torkil og Mia (1976).
Sjónleikir: Georg Büchner: Woyzeck (1975). John Patrick: Øll verða góð við Opal (1979). Dario Fo & Franca Rama: Nývaknað og Einsamøll kona (1980).Göran Palm & Siv Widerberg: Rómaúlvurin (1987). Arthur Miller: Haturfuglar (The Crucible) (1981). Cathrine Hayes: Brendar brýr (1984). Astrid Salbach: Hin ósjónligi býurin (1989). Edward Albee: Hvør ræðist Virginiu Woolf? (1985). Barry Keeffe: Ver tú hjá mær (Abide With Me). Per Olov Enquist: Men størstur er kærleikin (Lodjurets timma) (1990). Brian Friel: Dansur í fyllandi sól (Dancing at Lughnasa) (1994). Bernard Slade: Somu tíð, sama stað (Same Time Next Year) (1995).
Harumframt týtt søgur og útvarpsleikir, sum ikki eru útgivin á prenti.
Virðisløn: Barnabókaheiðursløn Tórshavnar býráðs 1984.

Tilskrift: Tórsbyrgi 13, 100 Tórshavn. Tlf. 311399