Jógvan Isaksen

Føðingardagur: 25-8-1950
Adressa: Skiftet 7, DK 2900 Nivå
Telefon: 49149840
Teldupostur: jogvan-isaksen@post.tele.dk
Útbúgving: Cand. Mag.

Útgávur:


..//images/placeholder.png


..//images/placeholder.png


..//images/placeholder.png


..//images/placeholder.png


..//images/placeholder.png


..//images/placeholder.png


..//images/placeholder.png


..//images/placeholder.png


..//images/placeholder.png


..//images/placeholder.png


..//images/placeholder.png


..//images/placeholder.png


..//images/placeholder.png


..//images/placeholder.png


..//images/placeholder.png


..//images/placeholder.png


..//images/placeholder.png


..//images/placeholder.png




..//images/placeholder.png




..//images/placeholder.png


..//images/placeholder.png


..//images/placeholder.png


..//images/placeholder.png


..//images/placeholder.png


..//images/placeholder.png


..//images/placeholder.png


..//images/placeholder.png


..//images/placeholder.png


..//images/placeholder.png


..//images/placeholder.png


..//images/placeholder.png


..//images/placeholder.png


..//images/placeholder.png


..//images/placeholder.png


..//images/placeholder.png


..//images/placeholder.png




..//images/placeholder.png


Úr Rithøvundabókini
Jógvan Isaksen
er føddur í Havn 25. august 1950. Foreldur: Magnhild og Reimar Isaksen, bæði úr Gøtu. Studentsprógv frá Føroya Studentaskúla 1970. Hevur lisið á universitetinum í Århus og Keypmannahavn og gjørdist í 1982 magistari í norðurlendskum bókmentum. Fekk í nøkur ár granskingarstyrk at gera kanningar í føroyskum bókmentum. Síðani 1986 lærari á universitetinum í Keypmannahavn.
Sat í ymsum nevndum á universitetinum í Århus, tvey skeið formaður fyri føroyska studentafelagnum í Århus og í fleiri ár formaður fyri MFS (Meginfelag Føroyska Studenta). Síðani 1978 í nevndini fyri Mentunargrunn Studentafelagsins, tey flestu árini formaður. Í ritstjórnini á Brá og svenska tíðarritinum Café Existens. Hevur havt mentunarligar sendingar í Útvarpinum, Sjónvarpinum og Danmarks Radio. Ummældi bøkur í Framanum og nú einahelst í Sosialinum. Hevur undirvíst fleiri skeið á Fróðskaparsetrinum. Fekk í 1994 virðisløn M.A.Jacobsens fyri yrkisbókmentir.

Bøkur
Føroyski mentunarpallurin. Greinir og ummæli, 1983; Ongin rósa er rósa allan dagin. Um skaldskapin hjá Róa Paturssyni, 1986; Amariel Norðoy. Tekstur: Jógvan Isaksen. Yrkingar: Rói Patursson. Saman við øðrum, 1987; Í gráum eru allir litir. Bókmentagreinir, 1988; At taka dagar ímillum. Um at ummæla og eitt úrval av ummælum, 1988; Ingen rose er rose hele dagen. Rói Paturssons digtning. Umsett og viðgjørd av høvundinum í 1988; Ein skúladagur í K. Føroyskar skemtisøgur. Í úrvali og við inngangi eftir Jógvan Isaksen, 1988; Ingálvur av Reyni. Tekstur: Gunnar Hoydal. Saman við øðrum, 1989; Blíð er summarnátt á Føroyalandi. Skaldsøga, 1990; Brennivargurin. Skaldsøga, 1991; Ingi Joensen: Reflektión. Fotobók. Saman við Dorthe Juul Myhre og Amariel Norðoy, 1992; Í hornatøkum við Prokrustes. Stuttsøgurnar hjá Hanusi Andreassen, 1993; Færøsk litteratur. Introduktion og punktnedslag. Vindrose, 1993; Gráur oktober. Skaldsøga, 1994; Treð dans fyri steini. Bókmentagreinir, 1995; Zacharias Heinesen. Tekstur: Jógvan Isaksen. Saman við øðrum, 1995.
Tilskrift: Skiftet 7, DK-2900 Nivå