Gunnar Hoydal

Føðingardagur: 12-9-1941
Adressa: Traðarbrekka, 100 Tórshavn, Føroyar
Telefon: 312849
Útbúgving: Arkitektur

Útgávur:


..//images/placeholder.png


..//images/placeholder.png


..//images/placeholder.png


..//images/placeholder.png


..//images/placeholder.png


..//images/placeholder.png


..//images/placeholder.png


..//images/placeholder.png


..//images/placeholder.png


..//images/placeholder.png


..//images/placeholder.png


..//images/placeholder.png


..//images/placeholder.png




..//images/placeholder.png


..//images/placeholder.png


..//images/placeholder.png


..//images/placeholder.png




..//images/placeholder.png


..//images/placeholder.png


..//images/placeholder.png


..//images/placeholder.png


..//images/placeholder.png


..//images/placeholder.png


..//images/placeholder.png


..//images/placeholder.png


Úr Rithøvundabókini


Gunnar Hoydal
F. 12. 9.1941 í Keypmannahavn. Foreldur: Karsten Hoydal, 28.3.1912 - 4.4.1990, og Marie Louise Hoydal, f. Falk - Rønne 6.4.1912. Systkin: Egil, f. 13.7.1939, Kjartan, f. 12.9.41 og Annika, f. 19.11.45.

Giftur 22.10.64 við Jette Hoydal, f. Dahl 28.7.1941, cand. mag., lektari á Føroya Studentaskúla og HF - skeiði. Børn: Marianna, f. 31.1.1968, Kristina, f. 16.11.1970 og Dánjal, f. 14.6.1976.

Heim eftir krígslok í august 1945, búð í Klaksvík 1946 - 1950, barnaheim annars uppi á Hálsi í Havn. 1954 - 57 hevði faðirin starv í ST - stovninum FAO og fór sum fiskivinnuráðgevi saman við húskinum til Ecuador í Suðuramerika.

Á Sorø Akademi 1955 - 1960, málsligt studentsprógv haðani 1960, matematiskt studentsprógv 1961 frá Ahms Kursus í Keypmannahavn, filosofikum 1961 frá Kbh. Universitet. Skeið í fornmálum, fornfrøði og listasøgu sama stað, prógv í grikskum 1968.

Staðið upptøkuroynd til Kunstakademiets Arkitekskole 1961, prógv haðani sum arkitektur 1967. Á ymsum teknistovum í Keypmannahavn 1967 - 1972. Vann í 1969 norðurlendsku arkitektakappingina um gamla býin í Havn, síðani ráðgevi hjá Tórshavnar kommunu í býarskipanarmálum. Í 1972 settur sum býararkitektur í Havn.

Ritstjóri á tíðarritinum Framanum í Keypmannahavn 1965 - 1969, formaður í Mentunargrunni Studentafelagsins 1969 - 1972. Ritstjóri Varðans 1977 - 1981. Formaður í rithøvundafelagnum 1981 - 1986, stovnari og formaður í listafólkasambandinum LISA 1982 - 1988, limur í Mentunargrunni Løgtingsins 1984 - 1988, formaður í Ljósritagrunninum/Fjølrit 1986 - 1994, formaður í arkitektafelagnum 1990 - 1995.

Hevur skrivað yrkingar, sangir og óbundnan skaldskap av ymsum slagi. Fyrstu ferð á prenti 1959 í skúlablaði í Sorø, frá 1964 ummæli og frásagnir í Varðanum og øðrum tíðarritum. Myndasavn, bók um listamannin Ingolf Jacobsen 1972. Den gode vilje, leikur til danska sjónvarpið 1976, saman við Steinbjørn B. Jacobsen. Av longum leiðum, stuttsøgur og ferðafrásagnir 1982. Mit eget land, sangir 1983, saman við Anniku Hoydal. Hús úr ljóði, yrkingar 1988. Dulcinea, sangir 1990, saman við Anniku Hoydal. Undir suðurstjørnum, skaldsøga 1991. Janus Kamban, bók um listamannin 1995. Umboðaður í ymsum norðurlendskum bókmentasøvnum. Långt bortifrån, bók við úrvali av hansara søgum, týddar til svenskt, 1992.

Hevur fingið virðisløn M.A.Jacobsens 1982. Uppskotin til bókmentavirðisløn norðurlandaráðsins 1989 og 1993.
Tilskrift: Traðabrekku 13, 100 Tórshavn. Tlf. 312849