Heine Hestoy

Føðingardagur: 16-8-1950
Adressa: Ommelsvej 15, DK 5960 Marstal
Telefon: 62532086
Útbúgving: Skipsfrari

Útgávur:


..//images/placeholder.png


..//images/placeholder.png


..//images/placeholder.png


..//images/placeholder.png


..//images/placeholder.png


Úr Rithøvundabókini
Heine Hestoy
Føddur á Tvøroyri 16. august 1950. Foreldur: Birgit Hestoy, fødd Thomsen, dóttir Richard B. Thomsen og Ingrid Mortensen; Jóannes Hestoy, føddur Petersen, sonur Jacob hjá danska Ludda og Ingrid Johannesen hjá Hest Jóannesi.
Realprógv úr Tvøroyrar skúla 1968.
Fyrstu ferðir til sjós: Summarfrítíðin 1967 við snellubátinum Astrid hjá Páll Tummasarson og við línubátinum Torra hjá Martin Eidesgaard. Fyrsti veruligi túrur til sjós: Trolarin Leivur Øssurson 31. juli 1968 til 31. mai 1969. Tveir saltfiskatúrar undir Grønlandi, Nýfundlandi og Íslandi. Næmingur við skúlaskipinum Danmark 24. juni 1969 - 20. desember 1969. Aspirantur í A. P. Møller 11. mars 1970 - 17. november 1970. Kvartermeistari við Danmark 18. november 1970 - 30. september 1972. Næmingur á stýrimansskúlanum í Marstal oktober 1972 - juni 1975 (skipsføraraprógv). August 1975 - juli 1976 1. stýrimaður við skúlaskipinum. Várið 1977 - várið 1979 stýrimaður við skipafelagnum Skou á langferð millum annað til Japan, Suðurameriku og Australiu. Frá 1979 skipari hjá ymsum donskum skipafeløgum, harímillum tvey ár í Saudi Arabia. Summarið 1983 - 1984 á landi á Tvøroyri sum lossingarmaður og arbeiðsmaður á flakavirkinum. Frá 1985 - 1989 medarbeiðari av fraktbáti saman við skipafelagnum Kromann í Marstal, har eg enn sigli skipari.
Giftur og búsitandi í Marstal: Tvey børn. Eina 20 ára dóttur og ein 17 ára son.
Fyrstu smásøgur komu út í Skeggjanum, Varðanum og Brá, umframt jólasøgur og aðrar stubbar.
Fyrsta bókin, stuttsøgusavnið Piprandi hjarta, skrivað saman við systur míni, Ingrid Hestoy, kom út í desember 1984. Annað stuttsøgusavnið, Bládýpið, 1985, var eisini skrivað saman við Ingrid.
Saman við Ingrid havi eg útgivið barnarímurnar Rím á rað nummar 1, 1985, og 2, 1991.
Sjálvur havi eg útgivið stuttsøgusavnið Sum ravnar um deyðseyð, og barnabøkurnar Einsmøll í Svarthólmi, Loynidalurin og Ein bumba um borð.
Umframt hetta hevur Bókadeild Føroya Lærarafelags útgivið ungdómsbøkurnar Regin og Sára (heiðursløn) og ungdómsbókina Summardáar.
Umframt hetta havi eg skrivað eitt hoyrispæl og nakrar stuttsøgur til útvarpið.
Tilskrift: Ommelsvejen 15, DK-5960 Marstal. Tlf. 62532086