Ebba Hentze | |
Adressa: C. Pløyensgøta 9, 100 Tórshavn, Føroyar Telefon: 311846 Útbúgving: Bkmenta og mlsfri | |
Útgávur:![]() Ebba Hentze Studentsprógv København 1950. Lisið bókmenta- og málfrøði á Københavns Universitet. Námsstyrk til lestur við Uppsala Universitet, Sorbonne, Rom og Wien í 1950-árunum. Havi altíð skrivað. Debut (haldi eg) í Hvedekorn stutt aftan á studentsprógv. Skrivað stuttsøgur, reportagir, monologar og hugleiðingar og gjørt nógvar týðingar til Politikens Magasin og onnur bløð bæði í Danmark og Svøríki. Egnar stuttsøgur lisnar í Ranmark Radio og Sveriges Radio. Gjørt radioprogramm í D.R. og Sveriges Radio um bókmentir o.a. Litteraturkonsulentur á Gyldendal. Týtt umleið 70 enskar, amerikanskar, týskar, svenskar og norskar bøkur til danskt - eisini undir pseudonymi. FØROYAR Havi arbeitt fyri at gera føroyskar bókmentir kendar uttan fyri Føroyar. Havi m.a. týtt: Jens Pauli Heinesen: Bølgerne leger på stranden. Hanus Andreasen: Med Edgar Allen Poe i Solhavn. Oddvør Johansen: Livets sommer. Rói Patursson: Ligesom. Ólavur Michelsen: Færøhesten. Jóanes Nielsen; Saltet i dampende middagsgryder, Kirkerne på havets bund og skaldsøguna: Gummistøvlerne er de eneste tempelsøjler, vi har på Færøerne. Jógva Isaksen: Grå oktober. Havi eisini funnið bókaforløg, ið vildu geva hesar bøkur út. Harumframt fingið yrkingar og stuttsøgur av føroyskum rithøvundum lisnar í Danmarks Radio. Av stuttsøgum serliga Heðin Brú, Hanus Andreassen og Jens Paula Heinesen. Eg skrivi á føroyskum og donskum: Antonia og Morgunstjørnan Antonia mitt í verðini Mamman eigur meg Mia, skúlagenta í Havn Gulleygað. Stuttsøgur og yrkingar í Brá, í skúlabókum o.s.fr., í antologium í Føroyum, Danmark, Noregi og U.S.A. Antonia I og II og Bjørns søn (Mamman eigur meg) útgivnar í Danmark. Antonia útg. í Noreg og Svøríki. Týddar til og lisnar í íslendska, finska og svenska útvarpinum. Allar lisnar í føroyska útvarpinum Týtt bøkur til føroyskt: Týtt úrval av Edith Södergran: DIKTER til føroyskt (Ikki útg.) Yrkingar og SPEJLINGER (Dikte og neveller af kvinder 1977). Drama: M. a. týtt August Strindberg: Kronbruden til danskt (Aarhus Teater) Russel: Shirley Valentine til føroyskt. Jens Pauli Heinesen: Hvønn stakkin skal eg fara í, pápi? til danskt. Ikki spældur Con amore: Tvey ár næmingur í diktión og upplestri hjá donskum sjónleikara. Tilskrift: Christian Plöyens gøtu 9, 100 Tórshavn.
|