Jeffrei Henriksen

Føðingardagur: 1-5-1930
Adressa: Heiðaskákið 8, 100 Tórshavn, Føroyar
Telefon: 312563
Útbúgving: Lrari

Útgávur:


..//images/placeholder.png


..//images/placeholder.png


..//images/placeholder.png


..//images/placeholder.png


..//images/placeholder.png


..//images/placeholder.png


..//images/placeholder.png


..//images/placeholder.png


..//images/placeholder.png


..//images/placeholder.png


..//images/placeholder.png


..//images/placeholder.png


Úr Rithøvundabókini
Jeffrei Henriksen
Heiðaskákinum 8, Tórshavn, lærari, f. 1.5.1930 í Sørvági.
Foreldur: Josefina Henriksen, f. Johansen, Sørvági, og Jóhan Jákup Henriksen, fiskimaður í Sørvági, ættaður úr Gásadali.
Giftur 5.9.1954 við Kirstin Henriksen, f. Jensen, lærari, ættað av Strondum.
Børn: Elin Henriksen, steinerskúlalærari, og Hervør Jørgensen, lærari í Miðvági.
Útbúgving: Føroya Fólkaháskúli 1945 - 46, Føroya Læraraskúli 1946 - 50, Læraraháskúlin í Keypmannahavn 1955 - 1956 og 1966 - 1967 umframt styttri skeið, Fróðskaparsetur Føroya 1964 og 1980 - 1982 (exam. art.).
Lærari í Bø og Gásadali 1950 - 1955, á Eiði 1955 - 1960, Tórshavnar Kommunuskúla 1960 - 1968, skúlastjóri á Venjingarskúlanum 1968 - 1981, lektari á Føroya Læraraskúla 1981 - 1995.

Bøkur og prentað rit: Orðatilfarið í barnastílum (serprent 1959); Lesibók við avmarkaðum orðatilfari (1959); Kanning av rættskrivingarroynd (serprent 1960); Fyrisagnir til 3. skúlaár (1960); Grundbók brævskúlans í føroyskum (1961); Mállæra til fólkaskúlan (1963); Vavtrúðnismál (umseting úr Eldru Eddu. Serprent 1963); Lítil rættskrivingarorðalisti (1964); Lokki í norrønu gudalæruni (serprent 1965); Føroysk rættskriving til 4. skúlaár (1967 - uppafturprentað í broyttum líki sum Rættskriving); Føroysk mállæruheiti (serprent 1970); Intelligensbúning og intelligensmát (serprent 1972); Móðurkærleiki - móðursaknur (serprent 1972); Skúlahagtøl (1974); Ljóðlæra (1975); Skúlamál (1976); Uppgávur í føroyskum I - II (1980); Odysseus (1982); Kursus i færøsk I - II (1983); Esperantobókin (1987) Jomsvíkingar (1988); La Filo (umseting av "Sonurin" eftir Marionnu Dahl, 1990); Kvæða - og vísuskrá (1992).
Greinar og ritgerðir: Identitetseffekt - en mangel ved målsætningen? (Dansk Pædagogisk Tidsskrift 1971); Tættir, ið hava framt ella darvað føroysku málmenningina (Skúlablaðið 1987); Faktorer, der fremmer eller truer det færøske sprog (Bilingualism and the Individual. Serprent 1988); Dansk i Færøerne (Nordisk Språksekretariats Rapporter 8. 1988); Málsliga samsvarið í FFÆ (Fróðskaparrit 1988); La feroaj baladoj (Literatura Foiro 132/1991); Esperanto (Málting 1/1991); Navnháttur ella lýsingarháttur í føroyskum (Málting 3/1991); Hin ósakliga málvilluleiðin (Málting 5/1992); Umsetingarmaskinur (Málting 4/1992); La Feroa lingvo (La jaro 1992); Kongruens i færøsk (The Nordic Languages and Modern Linguistics 7, I. 1992); Málbrigdi (Fjúrtandi 27.10.1990 - 20.10.1993). - Annars mest í Skúlablaðnum.
Yrkingar: Eiriks - Paulina kvað (Fjúrtandi 1953); Heystkvøld (Songbók Føroya Fólks, 7. útg.); Álvakongurin (Mín Jólabók 1956); Hjálpirótin (Lesibók til 7. skúlaár); Guðrunarkviða (ums. úr Eldru Eddu. Lesibók til 3. real); Bjarnabani (kvæði, Lesibók til 3. skúlaár II, Grør so fagurt) - annars mest í Varðanum.
Søgur: Heilatváttur (Lesibók til 3. real); Dreingirnir sum dugdu gand (Lesibók til 5. skúlaár); - annars mest í Míni Jólabók.
Fjølrit: Greind rættskrivingarroynd (1958); Fornnorrønt í samanburði við føroyskt (brævskúlaskeið, 1963); Intelligensmodning og legemsvækst (1967); Ættatal (1979); Úr Gásadals søgu (1979); Staðhjáliðir, støða teirra í setningum (1981); Tvey kvæði eftir J. H. Djurhuus, yngra sjóvarbóndan, í frumriti (1982); Skjaldur, kvæði og dansispøl (Bólkarbeiði, 1984); Orðalagslæra (1994); Føroysk heiti í skinnviðgerð (umsett 1994).
Handrit: Ilion (hjá Bókadeild Føroya Lærarafelags); Esperantobókin II, orðalisti (hjá Skúlabókagrunninum).

Virðisløn M. A. Jacobsens fyri yrkisbókmentir 1977. Heiðurslimur í Samfundet Sverige - Färöarna síðan 1986.

Tilskrift: Heiðaskákinum 8, 100 Tórshavn. Tlf. 312563