Rakel Helmsdal

Føðingardagur: 25-9-1966
Adressa: Tórshavn

Útgávur:




..//images/placeholder.png


..//images/placeholder.png


..//images/placeholder.png


..//images/placeholder.png


..//images/placeholder.png


..//images/placeholder.png


..//images/placeholder.png


..//images/placeholder.png


..//images/placeholder.png




..//images/placeholder.png


..//images/placeholder.png






..//images/placeholder.png




..//images/placeholder.png




..//images/placeholder.png


Úr Rithøvundabókini
Rakel Helmsdal
(f. Rakel Ingun Helmsdal Nielsen). Hóast langa og drúgva ættargransking eru vit ikki komin fram á, hvaðani í slektini sigoynablóðið er komið, men síðan hon kom niður av stjørnunum tann 25. september 1966 í Tårnby á oynni Amager, hevur hon ikki støðast leingi á nøkrum stað. Hon er uppvaksin so ymsa staðni sum í Keypmannahavn, í Saltnesi, í Leynum og í Havnini. Eitt tíðarskeið varð hildið, at hon hevði sett tjaldingarpelarnar fyri well í Havnini, men so var ikki. Nú býr hon í Brosses í Fraklandi, eini lítlari oyggj har havsbrúgvin er trækrúnur, saman við manni sínum Philippe Carré og alva teirra Gwenaël Akira Helmsdal Carré. Okkum er sagt, at skuldi hon av álvara búsett seg nakrastaðni, so hevði tað verið í Port Janua.
Eftir lokið studentsprógv í Hoydølum í ´85 fór hon á Føroyamálsdeildina at læra seg eitt mál at skriva á, men gavst og fór árið eftir á Vestjyllands Højskole at spæla sjónleik og tónleik.
Fleiri ára arbeiði á bókasøvnum førdi hana mestsum ov nær bókunum, so hon fór at hyggja nærri at upprunanum gjøgnum mikroskop á Náttúrugripasavninum og at grava upp røturnar til tað heila sum urtagarðskvinna í Havn.
Sjónarhornið frá teimum "skráu fjalunum" hevur hon kannað bæði á, framman- og aftanífrá síðan ´85, í Grímulingum, í Havnar Sjónleikarfelag og í barnaleikbólkinum Caratula.
Tveir barnaleikir skrivaðu og spældu tær saman í Caratula í ávikavist ´88 og ´89: Nær kemur kavin og Ævinliga árið. R.H. fekk blóð upp á tonnina og skrivaði og setti sama árið ´89 upp barnaleikin Brúsajøkul, sum er leysliga bygdur á barnabókina hjá J. P. Heinesen.
Av tí, sum gjøgnum árini er runnið gjøgnum penn, skrivimaskinu og telduna hjá R. H. er hetta komið á prent:
Skerdu veingir tínir, Ikaros, stuttsøga, Brá ´86, Slóðir (Skúlabókagrunnurin) ´92; Firvaldaseljarin, stuttsøga, Brá ´88; Dýpið, stuttsøga, Brá ´88, Fyrsta ferda bort, Det norske Samlaget ´93; Ferðandi í tíð og rúmd, ferðahugleiðing, Varðin ´92; Køksgluggin, barnasøga, Barnablaðið ´93; Glámlýsið og mánalátur, stuttsøga, Birting ´95; Gevið børnunum krígsleikur, yrking, Miðskiftan 84, CISV - tíðindi 85; Delirium Symphonica, yrking, Brá 92; Tey kalla meg bara Hugo, barnabók, Bókadeild Føroya Lærarafelags ´95.
Í umbúnað er útgávan av Søgum úr Port Janua, eitt savn av 13 stuttsøgum og sjónleikinum Kvarnareygað purpurreyða.

Tilskrift: 27 Grande Rue, Brosses, F-89660 Châtel Censoir. Tlf. +3386324034.