Maud Heinesen

Føðingardagur: 15-1-1936
Adressa: Stoffalág 18, 100 Tórshavn, Føroyar
Telefon: 112601
Útbúgving: Handilssklalrari

Útgávur:


..//images/placeholder.png


..//images/placeholder.png


..//images/placeholder.png


..//images/placeholder.png


..//images/placeholder.png


Úr Rithøvundabókini
Maud Heinesen, f. Brimheim

Fødd í Klaksvík 15. januar 1936. Foreldur: Otto Brimheim úr Havn og Anna, f. við Keldu, úr Leirvík. Vaks upp í Klaksvík hjá Eliseus og Lisu Jacobsen. Tók millumskúla - og realprógv í Klaksvík, studentsprógv í Havn 1954. Eitt ár vikarur í Klaksvíkar skúla. 3 - málsligt korrespondentprógv frá Handilsháskúlanum í Keypmannahavn 1957. Skrivstovustarv í Føroya Landsstýri 1957 - 60, hjá Leivi Lützen lrs. 1962 - 63, hjá landslæknanum 1963 - 74. Handilsskúlalærari 1962 - 74 (við prógvi frá 1964). Skrivari í Føroya Fróðskaparfelag frá 1963, starv á Fróðskaparsetri Føroya frá 1965. Farloyvi 1968 - 69, sí Jens Paula Heinesen, og veturin 1991 - 92.
Hevur skrivað: Marjun og tey, barnabók, 1974; Abbi og eg, barnabók, 1993; søgur í m.a. Gluggan og Mína Jólabók.
Ein útvarpsleik 1969 (Hví var myrkt hjá Olevinu), sendur, men ikki prentaður.
Giftist 11. august 1956 við Jens Paula Heinesen úr Sandavági.

Tilskrift: Stoffalág 18, 100 Tórshavn. Tlf. 3112601.