Jens Pauli Heinesen

Føðingardagur: 12-11-1932
Adressa: Stoffalág 18, 100 Tórshavn, Føroyar
Telefon: 312601
Útbúgving: Lrari

Útgávur:




..//images/placeholder.png


..//images/placeholder.png


..//images/placeholder.png


..//images/placeholder.png


..//images/placeholder.png


..//images/placeholder.png


..//images/placeholder.png


..//images/placeholder.png


..//images/placeholder.png


..//images/placeholder.png


..//images/placeholder.png


..//images/placeholder.png


..//images/placeholder.png


..//images/placeholder.png


..//images/placeholder.png


..//images/placeholder.png


..//images/placeholder.png


..//images/placeholder.png


..//images/placeholder.png


..//images/placeholder.png


..//images/placeholder.png


..//images/placeholder.png


..//images/placeholder.png


..//images/placeholder.png


..//images/placeholder.png




..//images/placeholder.png


..//images/placeholder.png


..//images/placeholder.png


..//images/placeholder.png


Úr Rithøvundabókini
Jens Pauli Heinesen
er føddur í Tórshavn 12. november 1932. Foreldur: Petur Heinesen á Lofti, bóndi úr Sandavági, og Anna Maria Malena Heinesen, fødd Johannesen úr Hesti. Vaks upp í Sandavági. Fór fjúrtan ára gamal til Havnar á skrivstovu. Gekk árið eftir í preliminerskúla úti á VBV og tók preliminerprógvið í 1950 og tvey ár seinni studentsprógv. Las til lærara í Danmark á Emdrupborg statsseminarium og tók prógvið har í 1956. Var lærari niðri eitt skifti, kom so til Føroyar og gjørdist lærari við Tórshavnar kommunuskúla 1957. Var eisini lærari við Realskúlan og Venjingarskúlan, fór so frá sum lærari í 1970 fyri at gerast rithøvundur burturav, men eitt av hesum árunum, 1968 - 69, hevði hann orlov og búði í Suðurspania saman við familjuni og fór undir skaldsøguna Frænir eitur ormurin.

Hann hevur skrivað hesar bøkur:

Degningsælið, søgusavn, 1953, onnur útgáva 1978.
Yrkjarin úr Selvík, skaldsøga, 1958, onnur útgáva 1981.
Hin vakra kvirran, søgusavn, 1959. Útselt. (Fekk part av M. A. Jacobsens heiðursløn sama ár)
Tú upphavsins heimur I, II og III, skaldsøga, 1962, 1964, 1966.
Tú upphavsins heimur I, II og III, onnur útgáva 1990, allar bøkurnar saman. Útgevari: Árting. Týdd til enskt, men ikki útkomin.
Gestur, søgusavn, 1967. Útselt.
Aldurnar spæla á sandi, søgusavn, 1969. Útselt. Týtt til grønlendskt, íslendskt, norskt, svenskt, danskt. Fekk part av M. A. Jacobsens heiðursløn.
Í aldingarðinum, søgusavn, 1971. Útselt.
Frænir eitur ormurin, skaldsøga, 1973. Fekk M. A. Jacobsens heiðursløn sama ár.
Gamansleikur I, søgusavn, 1974.
Rekamaðurin, skaldsøga, 1977. Týdd til norskt, svenskt og íslendskt.
Dropar í lívsins havi, søgusavn, 1978.
Tey telgja sær gudar, skaldsøga, 1979.
Nú ert tú mansbarn á foldum, skaldsøga, 1980, tann fyrsta í røðini upp á sjey bøkur: Á ferð inn í eina óendaliga søgu. Týdd til týskt, men ikki útkomin.
Lýsir nú fyri tær heimurin, skaldsøga, 1982. Nr. tvey í røðini.
Leikur tín er sum hin ljósi dagur, skaldsøga, 1982. Nr. trý í røðini. Mæld til at fáa virðisløn Norðurlandaráðsins. Týdd til svenskt, men ikki útkomin.
Markleys breiðist nú fyri tær fold, skaldsøga, 1983. Nr. fýra í røðini.
Íkast til 1984, greinarøð, 1984.
Eitt dýpi av dýrari tíð, skaldsøga 1984. Nr. fimm í røðini.
Fýra sjónleikir, 1985: Uppi í eini eikilund. Í 5 pørtum. Ein roynd frá 1969. Hvønn stakkin skal eg fara í, pápi. Um Anniku í Dímun í 3 pørtum, 1975. Vælkomnir, føroyingar, her í vási. Úr Krabburð í 13 sýningum, 1978. Skuggarnir, í 3 pørtum, 1979.
Tann gátuføri kærleikin, søgusavn, forlagið Hestur 1986.
Brúsajøkul, barnabók, Føroya Lærarafelag 1987.
Í andgletti, skaldsøga, nr. seks í røðini, 1988.
Sníkurin, sjónleikur, 1990.
Bláfelli, skaldsøga, nr. sjey í røðini. Fekk M. A. Jacobsens heiðursløn.
Rósa Maria, søgusavn, 1993. Ikki útkomið enn.
Sum dropar av blóð eru orð, 1995. Úrval gjørt av Jonhard Mikkelsen.
Gamansleikur II, 1995.
Ein ódeyðilig sál - og aðrar. Skaldsøga 1995. Ikki útkomin.
Tíðarkjarr I og II, greinar og ritgerðir. Ikki útkomið enn.

Formaður fyri Rithøvundafelag Føroya 1968 - 1975.
Hann giftist 11. august 1956 við Maud Brimheim úr Klaksvík.

Tilskrift: Stoffalág 18, 100 Tórshavn. Tlf. 312601.