Bergtóra Hanusardóttir

Føðingardagur: 15-11-1946
Adressa: millum Horna 3, 100 Tórshavn,
Føroyar
Telefon: 312418
Útbúgving: Sertannlkni

Útgávur:


..//images/placeholder.png


..//images/placeholder.png


..//images/placeholder.png


..//images/placeholder.png


..//images/placeholder.png




..//images/placeholder.png




Úr Rithøvundabókini
Bergtóra Hanusardóttir
er fødd í Havn 15. november 1946, dóttir Miu Trónd úr Gundadali og Hanus D. Jensen úr Útistovu í Skúgvi. Hon er elst av fýra systrum, hinar eru Rannvá, Svanna og Marjun.
Omman og abbin í Gundadali vóru Stefania Hansen, dóttir Maluna og Hanus á Heyggi á Húsum, og Tróndur Hansen, sonur Gustu av Kák og Jóannes úr Kirkjubø, búsett á Ryggi í Havn. Omman og abbin í Skúgvi vóru Mathea D. Poulsen, dóttir Súsannu og Hanus í Garðinum, og Antines Jensen, sonur Elsubu og Janus úti í Stovu í Skúgvi.
Bergtóra var gift Boga Hansen, havfrøðingi úr Havn, og eigur tvey børn, Trónda Bogason, sum er føddur í 1976, og Ragnheiður Bogadóttir, fødd 1979.
Bergtóra gekk í barnaskúla hjá nunnunum, í Færøernes mellem - og realskole og í studentaskúla í Hoydølum. Var sum barn nógv í Skúgvi og í Kirkjubø. Las í Keypmannahavn, var liðug sum tannlækni haðani í 1970 og sum sertannlækni í ortodonti í 1975. Kom heim aftur sama ár at vera og hevur síðani havt sertannlæknastovu í Havn.
Sum ung var Bergtóra virkin í studenta - og ítróttafeløgum og hevur sum vaksin verið uppi í ymsum uttanflokka samfelagspolitiskum arbeiði, eitt nú í Fólkafylkingini móti EEC, og síðani í friðarrørsluni og í kvinnupolitiskum arbeiði seinastu 20 árini. Hon var við til at stovna Kvinnufylkingina, var í fleiri ár í blaðstjórnini á Kvinnutíðindum, var umboð Kvinnufelagasamskipan Føroya (KSF) í javnstøðunevndini, tá lógaruppskotini vórðu smíðað og fingin gjøgnum tingið, og hon hevur luttikið í og seinnu árini eisini umboðað Føroyar á kvinnuráðstevnum ymsastaðni í heiminum. Fyri Føroya Tannlæknafelag hevur hon sitið í siðsemisnevndini.
Burtursæð frá greinum og viðmerkingum í føroysku bløðunum, Oyggjaskeggja, Froskmannatíðindi, Súrsokki, Kvinnutíðindum, í Kvinnulívi hjá Kirstin Didriksen og í Norden - kvinders paradis? hjá Nordisk Ministerråd, vóru fyrstu skrivligu avrikini vísindalig, prentað í útlendskum tíðarritum, í Javna og í Fróðskaparriti Føroya.
Prosayrkingarnar, sum gjørdar vóru til stóra 8. mars tiltakið hjá KSF í 1984, vóru savnaðar í Kvinnutíðindum sama ár, og fyrstu stuttsøgurnar komu á prent í Frostrósuni í 1986. Skaldsøgan Skert flog kom í 1990 og stuttsøgusavnið Loynigongdir í 1993.
Nakrar stuttsøgur eru týddar til onnur mál og givnar út í søvnum umboðandi nýggjari føroyskan skaldskap: á norskum í Fyrsta ferda bort frá 1993 og á donskum í En vandhistorie og andre færøske fortællinger frá 1994.

Tilskrift: Tinghúsvegi 53, 100 Tórshavn. Tlf. 312418.