D. P. Danielsen

Útgávur:


..//images/placeholder.png


Samandráttur
Dánjal Pauli Danielsen varð føddur í Miðvági í 1913.Aftan á skúlagongd í heimbygdini fór hann niður til Birkerød,har hann tók studentsprógv í 1933.Hann fór so til Keypmannahavnar og tók upp lestur við lærda háskúlan har,tók løgfrøðisprógv í 1945.Aftan á kríggið arbeiddi hann nøkur ár í Danmark,flutti so heim til Føroya,har hann síðani røkti sakførarasrarvið.Hann var í 1948 við til at stovnseta Tjóðveldisflokkin,var blaðstjóri á 14.september,juni 1947 til apríl 1949 og valdur á ting umboðandi Vága valdømi 1950-58.Umframt síni blaðstjórastørv,hevur D.P.Danielsen skrivað rit um løgfrøðisspurningar og harumframt eina sera hugvekjandi og áhugaverda ferðafrágreiðing úr Íslandi:_”Í Íslandi summarið 1977”,sum útkom í 1978.Í 1989 gav felagsskapurin Fríu Føroyar út stórverk hansara ”Búskapur-søguliga lýstur”.Fyrsta og einasta skaldsøga hann gav út var ”Hvørt við sínar náðir” ,1990.