Jóhannes Enni

Føðingardagur: 3-10-1927
Útbúgving: Lrari

Útgávur:


..//images/placeholder.png


..//images/placeholder.png


Úr Rithøvundabókini
Jóhannes Enni
Eg eri føddur á Tvøroyri 3. oktober 1927. Foreldur míni eru Christiane Nattestad úr Stórustovu í Hvalba, og pápi mín Daniel Jacob Mortensen (seinni Enni), Úti í Garði í Øravík.

Í 1944 tók eg realprógv (Almindelig Forberedelseseksamen). Var so í krambúð. Gekk í frítíðini til tímar í føroyskum hjá Martini Joensen, lærara. Í 1946 fór eg á Jonstrup í Danmark og tók læraraprógv har í 1950. Frá september í 1950 havi eg verið lærari á Tvøroyri. Í 1974 fekk eg tímalærarastarv á Suðuroyar HF - skeiði, fast starv í 1986 og fór frá í 1993. Ársskeiðini eru hesi: á Danmarks Lærerhøjskole 1954 - 55 (har eg tók læraraprógv í føroyskum) og 1970 - 71, á Fróðskaparsetri Føroya 1965 - 66. Seinnu helvt av 1955 var eg á skeiði fyri hjálpiskúlabørnum, og fyri at læra at undirvísa orðblindum var eg á Ordblindeindstituttet í Hellerup.

Nevndarlimur var eg í lesiætlanarnevndini (1960 - 62), sum gav út Brúnubók, í Føroya Skúlabókagrunni (1966 - 82), formaður í Bókadeild Føroya Lærarafelags (1973 - 86), blaðstjóri á Skúlablaðnum (1968 - 75). Eg var ein av teimum, sum fingu Bókamiðsøluna í lag í 1967 og var í nevndini í nøkur ár.

Mítt høvuðsøki innan bókaheimin hevur verið skúla - og barnabøkur, og havi eg roynt at leggja dent á at fáa út lætt lesitilfar fyrst og fremst til byrjanar - og serundirvísingina, sumt av tilfarinum - eitt nú arbeiðshefti - er gjørt saman við starvsfeløgum. Nevnast kann, at eg var við í arbeiðinum við lesibókarøðini frá 2. - 10. skúlaár.

Tað er ikki so nógv, eg havi umsett, men eg kann nevna Nanok (Elmar Drastrup) 1956; Smásøgur fyri yngri børn 1 - 7 1964; Ævintýr úr ymsum londum 1973; Djóragóða hjá Thorbjørn Egner, Andreas Andreasen týddi sangirnar, 1993; og Søgan um Gunnleyg Ormstungu. Ein myndasøga eftir Erik Hjorth Nielsen, 1995.

Seinastu árini havi eg arbeitt við at savna tað, sum aðrir hava skrivað, og roynt at fingið tað út í bók. Higartil eru tríggjar bøkur komnar: Tróndur Olsen: Her er dámligt í Føroyum um krossmessutíð 1992; Regin Dahl: Vit ið aftaná koma. Strøtlingar 1993; Bókmentamaðurin M. A. Jacobsen 1995.

Tilskrift: uppi í Lund, 800 Tvøroyri. Tlf. 71181.