Lydia Didriksen

Føðingardagur: 26-6-1957
Adressa: Jákup Nolsøesgøta 43, 100 Tórshavn, Føroyar
Telefon: 316807
Útbúgving: lrari

Útgávur:


..//images/placeholder.png






..//images/placeholder.png


..//images/placeholder.png


..//images/placeholder.png


..//images/placeholder.png


..//images/placeholder.png


..//images/placeholder.png




..//images/placeholder.png




..//images/placeholder.png


..//images/placeholder.png


..//images/placeholder.png


..//images/placeholder.png


..//images/placeholder.png


..//images/placeholder.png


..//images/placeholder.png


..//images/placeholder.png


..//images/placeholder.png


..//images/placeholder.png


..//images/placeholder.png


..//images/placeholder.png


..//images/placeholder.png


..//images/placeholder.png


..//images/placeholder.png


..//images/placeholder.png


..//images/placeholder.png


..//images/placeholder.png


Úr Rithøvundabókini
Lydia Didriksen
fødd 26. juni 1957.
Tað var í teimum hvítu húsunum hjá Nygaard í stovuni hjá skræddar Petersen, at eg varð sett í verðina. Húsini stóðu í Lucas Debesargøtu, men tey standa har ikki longur. Seinri sama ár fluttu vit Yvir við Strond, yvir í Djóna í Geil gøtu. Har vaks eg upp og ímillum brimandi aldur og blankar kombikshyljar, ímillum angandi luktilsi frá Poul í Geil og tað døkka nærum ósjónliga veðrahúsið, ímillum flúgvandi sparkarar og strúkandi sletur, ímillum látur og róp festust mínar røtur.

Foreldur míni eru Martha og Ovild Didriksen. Mamma mín er ættað úr Nólsoy, men flutti á ungum árum til Havnar. Pápi mín er úr Havn, men hevur røtur í Vestmanna og Søldarfirði. Vit eru seks systkin.

Eg var útbúgvin sum lærari í 1985. Árið eftir las eg føroyskt á Føroyamálsdeildini. Síðan havi eg starvast sum lærari, meginpartin av tíðini á Argja skúla.

Í sambandi við mína útbúgving búði eg sjey ár í Keypmannahavn og Århus.

Eg eri búsitandi í Tórshavn, gift við Helga Nolsøe, og eiga vit børnini Rógva og Eir.

Eg debuteraði við stuttsøguni Frostrósan á vári 1986 í sambandi við stuttsøgukapping, sum Kvinnutíðindi skrivaðu út. Søgur frá hesi kapping eru prentaðar í bókini Frostrósan og aðrar søgur, ið Føroya Skúlabókagrunnur gav út í 1987. Í 1990 kom ungdómsskaldsøgan Skuggar, sum Bókadeild Føroya Lærarafelags gav út. Í 1993 kom stuttsøgusavnið Gráglómur, sum Meginfelag Føroyskra Studenta gav út. Fleiri av hesum søgunum eru týddar til onnur mál, t. d. íslendskt, norskt, danskt, svenskt og enskt, og eru útgivnar í søvnum. Harumframt eru stuttsøgur prentaðar í tíðarritunum Brá og Birting.

Bøkurnar eru ummældar í bløðum og loftmiðlum, m. a. SVF hevur viðgjørt tær í tveimum sendingum.

Tilskrift: Jákup Nolsøes gøtu 43, 100 Tórshavn. Tlf. 316807