Kirsten Didriksen

Útbúgving: cand.mag.

Útgávur:


..//images/placeholder.png


..//images/placeholder.png


Ur Rithovundabokini
Kirstin Didriksen

Fødd (1954) og uppvaksin í Tórshavn. Meir enn helvtina av lívi mínum havi eg búð uttanlands í Danmark, Íslandi og Svøríki. Eg eri cand.mag. frá Århus Universiteti í donskum og í kyni, samskifti og mentan. Sum ískoyti til útbúgvingina havi eg tikið diplomskeið í jungianskari sálarfrøði og fleiri víðkað skeið við lærda fólkaháskúlan í Århus. Eg havi starvast sum lektari í donskum við lærda háskúlan í Reykjavík frá 1990 til 1994 og sum norðurlendskur lektari við lærda háskúlan í Gøteborg síðani 1994.

Sum útiseti havi eg hildið fyrilestrar um Føroyar og Danmark, t.d. um søgu - og samfelagsviðurskifti, mál, mentan og bókmentir. Eisini havi eg tikið stig til og havt ábyrgd av ymiskum mentanarligum tiltøkum, eitt nú at fáa rithøvundar og onnur á uttanlandsferð til at siga frá skaldskapi sínum ella gransking síni.

Tað skrivliga arbeiði, sum er útgivið, umfatar yrkisbókmentir, greinir, samrøður og harafturat týðingar úr donskum og íslendskum.

Bókaútgávur:
- Færøerne, sprog og køn. Husets Forlag 1986. - Ein greining av nútíðarstøðuni hjá kvinnuni lýst við støði í málinum.
- Glottar úr kvinnulívi, (ritstj.) Egið forlag 1988. - Ein antologi um javnstøðuspurningin. Greinir og samrøður.
- Afturvið. Egið forlag 1989. - Ein kynsspesifikk greining av bókini "Aftur og fram 88/89" eftir Finnboga Ísakson.
- Ove. Egið forlag 1989. - Ein ævisøga útgivin saman við Ragnhild Joensen, har eg stóð fyri tilrættalegging, innsavning av tilfari og tekstarbeiðinum.
- Kvinnur undir krígnum. Forlagið Login 1995. - Ein lýsing av gerandislívinum hjá konum, sum høvdu mann á sjónum undir seinna heimsbardaga.

Greinir og samrøður:
- 'Eneste kvinde i det færøske lagting' - samrøða við Karin Kjølbro í Blomster & spark eftir Drude Dahlerup, Nordisk Ministerråd 1985.
- 'Kvindelisten på Færøerne' í Vi har ventet længe nok eftir Drude Dahlerup, Nordisk Ministerråd 1987.
- 'Kvinnutíðindi 1980 - 86', - ein innihaldsgreining í Dimmalætting 18/3 - 86.
- 'Norðurlendskt kvinnubókmentaskeið' og 'Bryt' í Kvinnutíðindi nr. 2 1987.
- 'Færeysk bókakynning í Norræna Húsinu 14. mars 1992' í Norrænar bókakynningar 1992, intern publikation, Reykjavík 1993.
- 'Sprogets spejl' í Kulturrådet, - Statens kulturråd informerer nr. 1, 1994, svenskt tíðarrit. - Samanumtak og framhald av málsliga arbeiði mínum.
Tilskrift: Sankt Eriksgatan 2 B, 2., S-41105 Göteborg. Tlf. 417017301