Hans Jacob Debes

Føðingardagur: 17-7-1940
Adressa: Torfinsgøta 7, 100 Tórshavn, Føroyar
Telefon: 314465
Útbúgving: cand. mag.

Útgávur:


..//images/placeholder.png


..//images/placeholder.png


..//images/placeholder.png


..//images/placeholder.png


..//images/placeholder.png


..//images/placeholder.png


..//images/placeholder.png


..//images/placeholder.png


..//images/placeholder.png


Úr Rithovundabokini
Hans Jacob Debes

Føddur 17. juli 1940 við Gjógv. Foreldur: Oliver Debes, fiskimaður, og Hansina f. Johannesen.

Vaks upp og gekk í skúla við Gjógv. Árini 1955-57 til skips við føroyskari slupp og íslendskum trolara. Tók preliminerprógv í Havn í 1959 og í 1962 nýmálsligt studentsprógv.

Í 1970 cand. mag. í søgu og enskum máli og bókmentum frá universitetinum í Keypmannahavn. Í 1969 skeið í enskum á The English Language Institute í Dublin, í 1970 á Saint Clair's Hall í Oxford.

Í 1986 dr. phil. í Háskóla Íslands.

Frá 1971 til 1986 adjunktur/lektor við Føroya Studentaskúla og HF-skeið. Lærari í søgu, enskum, fornaldarfrøði og samfelagslæru. Í nógv ár tímalærari á Føroya Læraraskúla í søgu og enskum. Eisini lærari í enskum á Føroya Handilsskúla.

Í 1989 tilnevndur professari í almennari søgu og Føroya søgu á Fróðskaparsetri Føroya. 1987-1990 prorektor. Deildarleiðari á Søguvísindadeildini. Frá 1995 megindeildarleiðari (dekanur) á Søgu- og samfelagsdeildini.

Tilnevndur av kenslumálaráðharranum próvdómari við donsk universitet. Próvdómari við Ilisimatusarfik í Nuuk. Hevur verið próvdómari við magistara- og doktararitgerðir. Hevur verið 1. almenni opponentur við doktararitgerðarverjur við universitetið í Århus og fakultetsopponentur við universitetið í Lund. Stjórnarlimur í stovninum Nordisk Historikerkongres og Selskabet til udgivelse af færøske Kildeskrifter. Verið við á norðurlendskum og altjóða vísindaráðstevnum. Limur í stýrinum fyri Norðurlandahúsinum í Føroyum 1988-1992. Limur í stjórn Føroya Fólkaháskúla 1973-1990.

Formaður í nevndini, sum fyrireikaði yvirtøkuna av føroyska skúlaverkinum frá ríkinum til heimastýrið í 1978. Limur í Færøernes Skoledirektion 1975-78, síðan limur í Landsskúlaráðnum. Formaður í stýrinum fyri Húsalánsgrunnin 1975-1979 og 1989-1991.

Løgtingsmaður 1986-1988 fyri Tjóðveldisflokkin. Í tí sambandi formaður í Rættarnevndini, limur í Umhvørvisnevndini, limur í Tingmannaráði Útnorðurs og føroyskur formaður.

Nøkur prentað verk:

1969: Tjóðskaparrørslan og Føroyingafelagstíðin. Formæli. Føringatíðindi.

1984: Nú er tann stundin... Tjóðskaparpolitikkur og sjálvstýrispolitikkur til 1906. Við søguligum baksýni. (Doktararitgerð).

1985: Leitan eftir rótunum. Inngangur til Niels Winther: Færøernes Oldtidshistorie.

1990: Føroya søga 1.

1995 Føroya søga 2.

1987: Nationale og etniske minoriteter i Norden i 1800- og 1900-tallet. Færøerne. Rapporter til den XX Nordiske Historikerkongres. Reykjavík 1987. Ritstj. Gunnar Karlsson.

1990: De døde i livet - de levende døde. Søgelys på biografi- og memoirelitteratur. Seminar í Norðurlandahúsinum 1989.

1990: Uten etikken befinder vi os let på den forkerte side. Etik i politik og journalistik. Seminar í Norðurlandahúsinum 1990.

1991: Færøerne: Identitetserkendelse og nationalisme i en rigspolitisk periferi. Nordatlantiske foredrag. Seminar í Norðurlandahúsinum 1989.

1991: Trygging í Føroyum. Tryggingarsambandið Føroyar 50 ár (Ritstj.)

1993: Politiska søga Føroya 1814-1906.

1993: Ein kvistur spretti..... Keldur til politisku søgu Føroya 1800-1906

1993: Tjóðskaparrørsla. Sum granskingarevni. Føroyar sum dømi. Fróðskaparrit 1992

1991: Jóannes Patursson. Ein byrjan til eina politiska ævisøgu.

1993: Føroyar á bretskum valdaøki fram til fyrra heimskríggj. Frændafundur. Fyrilestrar frá íslendsk-føroyskari ráðstevnu 1992. Reykjavík.

1993 og 1995: Problems Concerning the Earliest Settlements in the Faroe Islands. The Viking Age in Caithness, Orkney and the North Atlantic. Ed. Colleen Bathey, Judith Jesch and Christoffer Morris. Edinburgh.

1993: The Faroe Islands. Medieval Scandinavia. An Encyclopedia. Ed. Phillip Pulsiano. New York & London.

1993: Historia - en översikt. Hasse Schröder: Färöarna - mer enn fåglar.

1994: Omkring formationen af en nation. Færøerne som unikt og komparabelt eksempel. Fróðskaparrit.

1994: Ísland - land og ríki. Politiska søga Íslands.

1994: Ideer og identitet. Færøerne og europæiske tidsbevægelser. Nordisk Historikerkongres. Oslo. Kongresrapport.

1994: Tey óreinu á Argjum. Sosialurin.

1994: Sjórænarar og turkar.

1995: Nólsoyar-Páll. Maðurin og samtíð hansara. Sosialurin.

1995: Konsul í Føroyum. Umseting og kommentering av Henry Montague Villiers: Charms of the Consular Career.

1995: Andarnir og konan úr Canada. Dimmalætting.

1995: Ein amerikanari í Føroyum um aldarskiftið. Dimmalætting.

1995: On the Formation of a Nation. The Faroe Islands. Ethnicity and Nation Building in the Nordic World. Ed. Sven Tägil. London.

1995: Færøerne og Norge. En tusindårig forbindelses begyndelse, forløb og afslutning. Norsk Historisk Tidsskrift nr. 1.

1995: Uselvstændighedesn krise i Nordatlanten. Sosialurin.

1995: Nólsoyar-Páll und seiner Zeit. Mitteilungsblatt der Deutsch-Färöischen Freundeskreises. Kiel.

1995: Die Krise der Unselbständigkeit im Nordatlantik. Mitteilungsblatt der Deutsch-Färöischen Freundeskreises. Kiel.

Fekk í 1986 M. A. Jacobsens virðisløn fyri bókina: "Nú er tann stundin ..."

Bókaummæli, fyrilestrahandrit og politiskar greinir eru ikki tikin við í hesum yvirliti.

Tilskrift: Torfinsgøtu 7, 100 Tórshavn. Tlf. 314465.