Regin Dahl

Føðingardagur: 5-11-1918
Adressa: Tórshavn, Føroyar

Útgávur:

..//images/placeholder.png

..//images/placeholder.png

Úr Rithøvundabókini
Regin Dahl

er føddur í Sandagerði tann 5. november 1918. Faðir hansara var Jákup Dahl, próstur (1878-1944), sonur Pter Hans Dahl, keypmann við Krosslið í Vági og Elisabeth Susanna Vilhelm. Móðirin var Maria (1874-1949), dóttir bakar Hansen og Mariannu Jacobsen á Húsum. Eldei ystkin hansara vóru Sverri, Petur og Marianna . Hann hevur tríggjar døtur: Kristin, Katrin og Anna Maria.
Regin fór sum 15 ára gamal til Danmarkar at ganga í skúla, og fekk studentsprógv frá Sorø í 1937. Hann hevur bert búð stutt skifti í Føroyum, men hevur altíð verið nógv saman við føroyingum í Danmark og skrivar bara á føroyskum. Umframt at yrkja hevur hann eisini komponerað nógv løg til sangir, serliga hjá Hans A. Djurhuus, men eisini hjá øðrum føroyskum og norðurlendskum yrkjarum. Umleið 400 av hesum eru á bandi. Stóran part av ævi síni hevur hann verið forlagsráðgevi hjá Gyldendal, og hevur eisini givið út nøkur søvn av donskum yrkingum.

Bøkur:

Í útlegd, yrkingar 1937
Tokkaljóð, yrkingar 1944
Leyasøkk, hittinorð 1944
Beltisgyrði, yrkingar 1949
Óttukvæði, yrkingar 1955
Gongubitar, yrkingar 1965
Sneisaboð (á donskum Ærinde uden betydning) 1969
Orðakumlar, yrkingar 1978 (2. útgáva 1988)
Tríkirni, yrkingar 1978
Eftirtorv, yrkingar 1981
Rekagrót, yrkingar 1985
Elliskekar, einbýlisljóð, yrkingar 1988
Vit ið aftaná koma. Strøttlingar 1993.

Skipað fyri útgávu av hesum bókum:
Barnasangbók, 1943
Gevið brøður, 1944
Sólin og Sóljan, 1948
Veitslugávan, 1964.

Útgávur av løgum:
16 sjómansrímur eftir H. A. Djurhuus, 1993
36 løg til føroyskar sangir, 1993.

Plátur:
Lukkurímur og fagnarljóð 1972
Barnarímur hjá Hans A. Djurhuus 1974
4 vísur 1976.

Tilskrift: Christiansfeldvej 4 C , DK-6100 Haderslev. Tlf. 74 52 94 31.