Árni Dahl

Føðingardagur: 31-7-1946
Adressa: Bóndabrekka 11, 100 Tórshavn,
Føroyar

Telefon: 314452
Útbúgving: Lrari

Útgávur:


..//images/placeholder.png


..//images/placeholder.png


..//images/placeholder.png






..//images/placeholder.png




..//images/placeholder.png


..//images/placeholder.png


..//images/placeholder.png


Úr Rithøvundabókini
Árni Dahl
f. í Funningsfirði 31.07 - 46. Foreldur: Jacobina Dahl, f. Johannessen 1914, d. 1985 og Óli Dahl, f. 1915, d. 1992 bæði úr Funningi. Omma og abbi í kvennlegg: Nicolina Johannessen, f. Jacobsen í Kunoy og Andras Johannessen á Torlabrúgv í Funningi. Omma og abbi í kalllegg: Anna Sofía Dahl, f. Poulsen í Sandvík og Theodor Dahl í Funningi. Giftur í 1969 við Marionnu Debes, f. Joensen í 1947 í Vestmanna. Børn: Tóta, f. 1970, Teitur, f. 1972.

Bústaðir: Í Funningsfirði til september 1945, á Viðareiði 1946 - 53, í Klaksvík 1953 - 63 og 1969 - 70, í Keypmannahavn 1963 - 64, í Tórshavn 1964 - 69, 1970 - 78, 1979 - 88, 1989 - 92, og 1993 - , í Tjørnuvík 1978 - 79, í Hattarvík 1988 - 89 og 1992 - 93. Fastur Tilskrift: aug. - juni: Bóndabrekku 11, 100 Tórshavn. Tlf. / faks 14452, juni / aug.: á Flatabeiti, 767 Hattarvík. Tlf. / faks: 51158.

Realprógv í Klaksvík 1963, læraraprógv á Føroya Læraraskúla 1969, ársskeið í føroyskum máli og bókmentum á Fróðskaparsetri Føroya 1976 - 77, exam. art - prógv í norðurlendskum, serliga føroyskum máli og bókmentum 1977. Lærari í Klaksvík 1969 - 70, á Venjingarskúlanum í Tórshavn 1970 - 83, tímalærari á Føroya Studentaskúla 1979, tímalærari á Føroyamálsdeildini einstøk ár og á eftirútbúgvingarskeiðum 1980 - , tímalærari á Føroya Læraraskúla 1977 - 83 og í føstum starvi á sama skúla 1983 - . Lærugreinaráðgevi í føroyskum á landsmiðstøðini 1989 - 92 og 1993 - 94. Formaður í Móðurmálslærarafelag Føroya 1981 - 86.

Í blaðstjórn Skúlablaðsins 1976 - 81, blaðstjóri á Fríu Føroyum 1983 - 84, í blaðstjórnini á sama blaði 1984 - 93. Hevur skrivað og lagt til rættis hesar skúlabøkur: Bókmentasøga I, 1980; Bókmentasøga II, 1981; Bókmentasøga III, 1983; Greiðið og greinið - um bókmentaviðgerð í framhaldsdeildum og framhaldsskúlum, 1988; Grannamálið fyri vestan - íslendskir tekstir til framhaldsdeildina, 1987; Norskt - nýnorskir tekstir og bókmálstekstir til framhaldsdeildina, 1989; Lesið og lærið - 5 tekstahefti, 5 uppgávuhefti, lærarabók og ljóðbók, 1990. Saman við øðrum lagt til rættis: Ung orð 1 - 2, 1984 - 85; Floygd orð 1 - 2, 1988; Skrivligt føroyskt til 7., 8., 9., og 10. skúlaár, 1985 - 90. - Skrivað ella savnað og greitt til prentingar: Úr Føroya ítróttarsøgu, 1974; Bókmentagreinir 1 - 6, 1981 - 82; Bergur Djurhuus: Ungur at fara, 1977. - Týtt: Nordahl Grieg: Skipið stevnir fram á leið, 1979; Mette Newth: Ránið, 1990; donsku teknirøðina Valhøll 1 - 5, 1987 - 89. Týtt saman við øðrum: Petersen: Her búgva vit, 1981.

Hevur frá 1978 staðið fyri forlagnum Fannir, ið frá stovningardegnum hevur givið út o.u. 60 bøkur.

Tilskrift: Bóndabrekku 11, 100 Tórshavn. Tlf. 314452 og 767 Hattarvík. Tlf. 51158.